Fótbóltur

Bjartalíð um B. Andreasen: - Hevði eisini trýst á bremsuna og bíðað við maks ferð á 22

Jóannes hevði hug at prika hin Brekkumannin á landsliðnum men setti eisini orð á tað at koma í søgubøurnar: - Eyðun og Atli hava gjørt tað fantastiskt, ein ótrúlig undankapping og hvør veit: Kanska HM?.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-12 20:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir eru uppvaksnir nakrar metrar frá hvørjum øðrum á Brekku í Klaksvík, og vinstrabeintu spælararnir vóru í nógv ár saman á KÍ-liðum.

Í dag komu báðir inn í 2. hálvleiki og vóru við í føroysku málunum, tá Kekkia varð knógvað á Tórsvølli í triðja sigrinum á rað hjá Føroyum.

Jákup Biskopstø Andreasen kom inn stutt eftir steðgin, og KÍ-liðformaðurin helt fram, har hann slept móti Montenegro: Hann tuskaði runt, leyp upp og flutti bóltin.

- Man vil sjálvandi altíð byrja inni, men eg skuldi bara vera klárar at koma inn í dag, og fekk onkra indikatión um, at tað fór at vera tíðliga í 2. hálvleiki.

Og Jákup rann eisini djúpt í flotta kontramálinum hjá Føroyum.

- Eg fór bara avstað, og Árni fann meg...bíðaðið líka, visti ikki at Hanus var júst har, men prøvaði at leggja bóltin í økið, staðfestir Jákup B. Andreasen.

- Um eg hevði havt eina toppfeðr á 22 km/t, hevði eg eisini roynt at bremsa og so bíða eftir hjálp, breyt Jóannes Bjartalíð flennandi av

Fredrkstad-spælarin fekk prika hn brekkumannin nakað, áðrenn hann staðfest, at tað vóru nakrr stuttligir minuttr, sum hann fekk í hesum landslðsvndeyganum.

- Tað broyttist eitt sindur, tí Kekkia skoraði, beint tá vit skuldu inn. Men so var bara at jagstra...tað er ikki altíð en so greið ætlan, tá man sendir bóltin fram, men hatta riggaði so, sigur Jóannes Bjartalíð um 2-1 málið.

29-ára gamli klaksvíkingurin stórfegnaðist eisini um stigametið og landsliðsárið sum heild.

Hoyr alla samrøðuna ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder