Fótbóltur

Bjarti verjir málið

Hann avloysir skadda Bárð á Reynatrøð. Andrias Edmundsson, Hanus Sørensen, Lukas Giessing og Jonn Johannessen byrja allir inni í dystinum í Klaksvík, sum byrjar um ein tíma.

Sámal Erik Hentze hevur sett navn á teir ellivu, ið skulu byrja móti Norðurmakedónia. Eins og í hinum dystunum í undankappingini byrjar Pætur Skipanes á vinstra bakki (Mynd: Sverri Egholm)

Sámal Erik Hentze hevur sett navn á teir ellivu, ið skulu byrja móti Norðurmakedónia. Eins og í hinum dystunum í undankappingini byrjar Pætur Skipanes á vinstra bakki (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-07 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks sum byrjaðu inni móti Fraklandi, hava fingið afturval.

Andrias Edmundsson, Lukas Giessing og Jonn Johannessen, ið allir eru við aftur eftir skaðatrupulleikar, byrja hesuferð inni, og tað ger Hanus Sørensen, ið seinast var raktur av koronu, eisini. Tað ger, Áki Johannesen, Áki Samuelsen og málskjúttin Steffan Løkin hesaferð byrja á bonkinum.

[object Object][object Object]
Steffan Løkin, ið skoraði málið móti Fraklandi, fær allarhelst ein leiklur seinni í dystinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Hanus Sørensen er komin fyri seg og byrjar inni í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Sjúrður Pauli Nielsen, ið slett ikki er við hesuferð, verður avloystur av Hanusi á høgra bakki. 

Í málinum er neyðugt við broyting, tí Bárður á Reynatrøð hevur verið skaddur síðani seinastu U21-dystirnar. Bjarti Vitalis Mørk, ið er eykamálverji/1.deildarmálverji í HB, byrjar inni í dag. 

Føroyar (4-4-1-1): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson, Pætur Turiðarson Skipanes - Lukas Giessing, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic (L), Símun Sólheim - Andrass Johansen, Jonn Johannesen

Í grafisku uppstillingini á uefa.com stendur Andrass at vera høgri bakkur og Hanus á sentrala miðvøllinum. Hetta er allarhelst av óvart/eitt "tilvitað mistak"

Fyrsta bríksl við Djúpumýru verður klokkan 14. Vit vera á staðnum og hava myndir, dagføring av støðuni og aftaná; samrøður og samanumtøku

Sí eisini: 
U21 fyrireikar seg til at taka ímóti Norðurmakedónia
- Standa okur saman sum eitt lið, so trúgvi eg uppá eitt gott úrslit
- Vit fara eftir sigrinum
Dreymurin um at koma víðari blívur størri og størri
Kunnu leggja seg á odda í bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder