Neistin vann fyrr í vikuni oddadyst móti H71 og kundi lagt seg á odda í deildini við sigri á Eiði í dag.
Men EB ætlaði nakað annað.
Tað var 16-9 i steðginum, og tað endaði 30-19.
Maria Fisker Stokholm var stórapælandi við 14 málum, og Nadja Pejovic skoraði sjey ferðir.
Verjuparturin, við Rún Andreasen i málinum, var stinnur, og EB er nú á 3. plássið: Bert eitt stig er upp til Neistan og tvey stig til oddaliðið H71.
--
Sí hæddarpunkt frá Portal Play ovast. Hæddarpunkt frá hinum dystunum í dag eru at síggja á Portal Play her.
--
Eftir 28-24 sigurin hjá Stjørnuni á Kyndli, hava kvinnurnar úr Klaksvík eisini tíggju stig - og Stjørnan hevur ein dyst færri enn EB.
Ovari parturin av deildini er tættur: VÍF vann sum væntað á StíF - tað varð við heili 20 málum - og vestmannakvinnur hava 8 stig fyri sjey dystir.
Allir landskappingar- og steypadystir í hondbólti síggjast á Portal Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald