Seinastu tríggjar dagarnar hevur Høllin á Hálsi verið karmur um badmintonkapping fyri smátjóðir.
Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar vóru vertir fyri Small States-kappingini - og talan gjørdist um fyrsta føroyska heiðursmerki í slíkari kapping.
Føroyska liðið vann seg leygardagin í finaluna við 3-2 sigri á Luksemborg, men í dag eydnaðist bert at vinna ein dyst móti sterku íslendingunum, sum kundu fegnast í føroyska høvuðsstaðnum.
Tó ein væleydnað kapping, ítróttarliga og í mun til fyriskipan fyri føroyingar, í góðu karmunum í Høllini á Hálsi. Og eitt slag av fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, har føroysku badmontonsspælararnir á heimavølli ætla at endurtaka flottu úrslitini av Orknoyggjunum.
Sí myndir frá finaluni niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald