Fótbóltur

Aron Benjaminsen spældi fyrsta dystin fyri besta liðið hjá Hearts

Hetta á stóra Hampden Park i Glascow har Hearts tapti hálvfinaluna í League Cup fyri grannunum Hibernian. Ungi føroyingurin spældi seinastu tíggju minuttirnar i dystinum, sum endaði 2-1.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-01 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var á bonkinum fyri viku síðani, tá Hearts spældi landskappingardyst móti Motherwell.

Tá kom Aron Benjaminsen ikki inn, men tað gjørdi 18-ára gamli strandingurin í dag.

Hearts spældi League Cup hálvfinalu móti Edinburgh-grannunum Hibernian (Hibs) á stóra og søguríka Hampden Park-tjóðarleikvøllinum í Glasgow.

Tað var 2-1 til Hibs, tá Aron Benjaminsen varð settur á vøllin eftir 80 minuttir.

Tað eydnaðist ikki føroyinginum og hinum at venda tí, men hetta var ein serstøk løta: At fáa fyrsta dystin fyri besta liðið.

Harvið skal Hibs spæla finalu í minni skotsku steypakappingini móti Glasgow Rangers. Aron Benjaminsen kann spæla fyrsta dystin í skotsku Prermier League um eina viku - hósdagin spælir Hearts Conference League-dyst í Sveis.

Landsliðsúttøka verður í morgin. Mest sannlíkt verður 18-ára gamli vongurin á listanum hjá Eyðuni Klakstein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder