2026-04-11 18:14
Borðtennissamband Føroya: Í FM í borðtennis, sum varð hildið á Kontrast FM saman við badminton og judo í høllini áHálsi í dag, var tað serliga ein leikari, sum streyk avstað við størsta uppmerkseminum.
Tað var nevniliga 17 ára gamla Elsa Kathrina Gisladóttir, sum heldur óvæntað hevði spæl tseg í FM-finaluna. Í finaluni megnaði hon eisini at koppa verandi føroyameistaranum, Britt Michelsen. Elsa Kathrina vann 4-2.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/04/11/890x590/1775927950bxj8wbjfcs.webp)
Stórur dagur hjá unga spælaranum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í tvímansleikinum vann Elsa Kathrina Gisladóttir eisini FM saman við 14 ára gamla
liðfelaga sínum úr Tór, Hadassu S. Christiansen. Tær báðar vunnu 3-2 á Britt Michelsenog Anju Wongwai, sum annars hava verið tær greitt stinnastu síðstu árini.
Hjá monnunum var tað Albert Weihe Wolfsberg, sum fimta árið á rað gjørdist
føroyameistari. Í finaluni vann hann 4-0 á Ára Fríðasyni Jensen og prógvaði, at hann í løtuni er greitt hin stinnasti borðtennisleikarin í Føroyum.
Sí øll úrslitini frá FM í borðtennis niðanfyri.
Einmansleikur, menn
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
Einmansleikur, kvinnur
1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
2. Britt Michelsen (TBF)
3. Anja Wongwai (TBF)
3. Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)
Tvímansleikur, menn
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Ári Fríðason Jensen (Tór)
2. Vagnur Kjærbech Nolsøe / Edvard Faa Nårstad (TBF)
3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) / Suni á Lava (Tór)
3. Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór) / Teitur Albinus (Tór)
Tvímansleikur, kvinnur
1. Elsa Kathrina Gisladóttir / Hadassa S. Christiansen (Tór)
2. Britt Michelsen / Anja Wongwai (TBF)
3. Elinborg Mortensen (TBF) - Maiken Frederiksdóttir (TBF)
Blandaður tvímansleikur
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Britt Michelsen (TBF)
2. Rasmus Teitsson í Skorini / Hadassa S. Christiansen (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór) / Anja Wongwai (TBF)
3. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) / Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
Miðaldeild, einmansleikur
1. Edvard Faa Nårstad
2. Ian Jacobsen
3. Stig Orloff
Miðaldeild, tvímansleikur
1. Stig Orloff / Jens Christian Carlsson
2. Edvard Faa Nårstad / Eyðstein Sørensen
3. Ian Jacobsen / Gudmund Djurhuus
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald