Fótbóltur

Bournemouth og Fulham aftur í Premier League

Mitrovic og Fulham tryggjaðu sær uppflyting fyri tveimum vikum síðani, og við máli frá Kieffer Moore móti Nottingham í gjárkvøldið fekk Bournemouth hitt beinleiðis plássið til Premier League.

2022-05-04 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ofta stórur spenningur um, hvør flytur upp í Premier League - størstu kappingina í Evropa og deildina ið gevur flest inntøkur. Nú er greitt, at tvey feløg, sum fluttu niður ávíkavist í fjør og fyrraárið, verða aftur at síggja í Premier League eftir summarfrítíðina. 

Fulham er av álvara vorið eitt elevatorlið, og 19. apríl tryggjaði London-felagið sær triðju uppflytingina uppá fimm ár. Spurningurin er so, um liðið hjá Marco Silva megnar at halda seg upp næsta kappingarár - tað gekk ikki hjá Fulham í 2018/2019 og í 2020/2021.

Um so er, so skal Aleksandar Mitrovic helst halda nøkulunda fram við málskjótingini. Serbin fær tó allarhelst ikki 43 mál, ið hann hevur megnað at skora í ár. Við 7-0 málinum móti Luton, ið annars kappast um play-off pláss, mánakvøldið tók Mitrovic 29-ára gamla metið hjá Guy Whittingham fyri mál uppá eitt kappingarár í The Championship. Royndi áleyparin hevur skorað eitt mál í hvørjum dysti í miðal, og við sigrinum mánakvøldið tryggjaði Fulham sær 1. plássið - liðið hevur 90 stig eftir 45 dystir.

[object Object]
Aleksandar Mitrovic hevur skorað 43 mál í 43 dystum

Í gjárkvøldið syrgdi Bournemouth fyri, at spenningurin um hitt beinleiðis uppflytingarplássið ikki heldur sær til síðsta umfar, ið verður í vikuskiftinum. Gestirnir Nottingham Forrest vóru áðrenn dystin trý stig aftanfyri, og harvið syrgdi málið hjá walisanum Kieffer Moore í 83. minutti fyri, at Bournemouth nú er seks stig frammanfyri og endar nummar tvey.

Hetta hevði við sær ovurhonds stóran fagnað á Dean Court í Suðuronglandi, og áskoðarnir fóru tysjandi inn á vøllin eftir seinasta bríksl. Bournemouth var í Premier League frá 2015 til og við 2020 og eftir tvey ár í The Championship gongur leiðin nú uppaftur - hesuferð undir leiðslu av fyrrverandi Fulham-venjaranum Scott Parker.

Spurningurin er nú, hvør triðji uppflytarin verður. Søguríku Nottingham Forrest
og Huddersfield hava tryggjað sær playoff-pláss, og Sheffield United og Luton liggja til hini bæði. Middlesbrough er tvey stig aftanfyri hesi bæði og skal harvið vinna á Preston leygardagin og samstundis vóna at eitt ella hini bæði snáva. Millwall hevur á pappírinum ein møguleika enn, men hann er næstan ikki til staðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder