Lech Poznan-ferðalagið lendi seinnapartin í Vágum, og so skuldi verið lagamanni at spæla í kvøld.
Sí eisini: Eftir stóran spenning og yvir 35.000 fylgjarar: Leiguflogfarið hjá Lech Poznan loksins lent í Vágum
Pólska liðið, sum ikki kom til landið í gjár sum ætlað vegna mjørka, fekk dystin útsettan til 20.45 í fyrstu syftu.
Men sum skilst hevur Lech Poznan lagt trýst á UEFA seinastu mongu tímarnar fyri at fáa dystin fluttan: So at sínir spælarar skulu fáa eitt sindur meira hvíld.
![]()
Teir hjá Lech Poznan fóru úr Póllandi stutt eftir klokkan sjey føroyska tíð í morgun (Mynd: Lech Poznan)
Og hetta er eyðsæð eydnast: Portalurin hevur júst fingið váttað frá fleiri keldum, at avgerandi dysturin í 3. umfari í Europa League kortini ikki verður spældur í kvøld.
Heldur í morgin, fríggjadagin 14. august klokkan 19. Talan er um eina UEFA-avgerð, sum er tikin "yvir høvdið" á KÍ.
Júst hvørja reglugerð hetta kemur undir, vita vit ikki. Men tað tykiskt undarligt, at útiliðið bara hevur fingið sín vilja.
Eisini tá hugsað verður um, at tvær ferðir í ár hevur UEFA ikki tikið líknandi avgerð, tá mótstøðulið hjá NSÍ eru seinkaði og lend sama dag - tá er jú sum so ikki neyðugt at flyta.
Sum skilst er man sera ónøgdur við avgerðina í og kring KÍ, og tað er skiljandi. KÍ hevur muta ímóti, tí nú hevur liðið, sum sjálvt valdi at koma lutfalsliga seint til Føroya við leiguflogfar uttan góða tøkni til mjørka, fingið ein fyrimun.
Og allar fyrireikingar skulu flytast eitt samdøgur ella so, tá ein rúgva av sjálvbodnum og áskoaðrum skal broyta ætlan.
Dagført 17.39: Lech Poznan hevur júst váttað tíðindini á sosialu miðlum sínum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald