Fótbóltur

Brandur hevur skrivað undir við Fredriksstad

Mikkjal Thomassen hevur nú tveir føroyskar landsliðsspælarar í hópi sínum.

2023-01-17 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

27 ára gamli føroyski landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson, hevur skrivað undir sáttmála við norska felagið Frederiksstad BK fram til og við 2024.

Tað kunngerð felagið á heimasíðu síni í morgun.

Brandur hevur ikki spælt nakran dyst síðan hann sleit krossbandið í vinstra knæ á venjingarlegu í Spania við Helsingborg síðsta vár.

Men nú sær út til, at hann skjótt verður førur fyri at spæla aftur, skrivar Frederiksstad.

- Brandur verður klárur út á várið, uttan tó at spekulera ov nógv í júst nær hann er klárur til dyst, skrivar heimasíðan hjá Frederikstad.

- Tað týdningarmesta fyri Brand er, at hann og okkara lið av medisinskum og kropsligum venjarum, kemur í form aftur. Klára vit tað, so hava vit fingið okkum ein framúr fótbóltsspælara.

- Brandur trívist væl við bóltinum, er kreativur og skapandi miðvallari. Hann hevur ein neyvan høgrafót og kemur við bæði málum og málgevandi avleveringum.

- Nú skal hann halda fram við at stríða seg aftur til fótbóltin, og vit gleða okkum til, at hann gerst klárur at spæla fyri FFK, sigur Joacim Heier, ið er ítróttastjóri hjá Frederiksstad.

Brandur fer at spæla við nummar 27 á bakinum.

Venjari hjá Frederiksstad er Mikkjal Thomassen, og nýggjur í hópinum er eisini ein annar føroyskur landsliðsspælari, Jóannes Bjartalíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder