Fótbóltur

Brandur liðugur í Helsingborg

Er í samráðingum við norska felagið hjá Mikkjali Thomassen, Frederikstad FK.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-17 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski landsliðsleikarin Brandur Hendriksson er ikki longur partur av hópinum hjá svenska felagnum Helsingborg IF. Á nýggjárinum gekk sáttmálin út við svenska felagið.

Hóast Hensingborg IF ikki heilt afturvísti møguleikanum fyri at leingja við miðvallaran, sum seinastu nógvu mánaðirnir hevur verið skaddur, so er tíðin sum Helsingborg leikari farin.

Tað skrivaði Brandur sjálvur á Instagramvanga sínum í gjár.

Skánskir miðlar vita at siga, at Brandur Hendriksson hevur verið á vitjan í norska felagnum Fredrikstad FK, og fyri lokala blaðnum Frederiksstad Blad hevur ítróttastjórin váttað, at felagið tosar við Brand.

Fredriksstad FK er felagið, sum hevur yvirtikið venjaran og besta spælaran hjá KÍ í fjør, ávikavist Mikkjal Thomassen og Jóannes Bjartalíð.

Brandur Hendriksson kom til Helsingborg undan kappingarbyrjan í 2020. Í mars fjørð fekk hann ein skaða í krossbondini á eini venjingarlegu í Spania, og spældi sostatt ikki nakran dyst seinasta kappingarár.

Hann fpældi tilsamans 53 dystir fyri Helsingborg IF, skoraði seks mál og hevði tríggjar málgevandi avleveringar. 

Brandur hevur á føroyska landsliðnum spælt 50 dystir og skorað seks mál. Seinast hann skoraði, var í venjingardysti móti Liktinstein 7. juni 2021, tá hann skoraði tvær ferðir.

[object Object]
Mest minniliga málið, sum Brandur Hendriksson hevur skorað fyri landsliðið, var tá hann skoraði sigursmálið til 3-2, beinleiðis upp á fríspark í Nations Leauge dysti móti Malta á Tórsvølli 3. september 2020 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder