Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur í vikuni havt venjingar í Føroyum, har millum annað fyrireikingar til HM-røkkstøkk dystirnar í mai (play-off dystir) vóru á skránni.
Myndir: Venjingardystur og vitjan í Vestmanna
Nú er endaliga greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í hesum dystunum: Bosnia-Hersegovina.
Bosnia og Kosovo, tvey lið sum ikki vóru til EM-endaspælið í januar, hava spælt í 2. umfari í undankappingini.
Talan var um tveir dystir. Hóast Kosovo vann við fýra málum á heimavølli í dag, so var tað ikki nær námind nóg mikið hjá liðnum, sum Føroyar vóru í bólki saman við í seinastu EM-undankapping.
Hetta var tí, at Bosnia-Hersegovina vann heili 34-21 í heimadystinum hósdagin. Hetta var alt ov nógv hjá Kosovo at heinta.
Harvið skulu Føroyar og Bosnia spæla um HM-pláss í mar. Byrjað verður á útivølli 13. ella 14. mai, og 16. ella 17. mai kunnu Føroyar avgerða alt á heimavølli. Har fara føroyingar at standa sum favorittar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald