Annað

Bridge: Liðið hjá Magna Jøkladal hevur lagt seg á odda í FM fyri lið

Í ár luttaka átta lið í kappingini, sum endar 7. mars.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-27 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra tey umførini í føroyameistarakappingini í Bridge fyri lið eru nú leikt.

Í ár luttaka átta lið í kappingini, og Føroya Bridgesamband hevur í ár avgjørt at skipa FM-kappingina fyri lið soleiðis, at øll liðini leika tveir dystir móti hvør øðrum. Leiktir vera sostatt 14 dystir, og verður liðið, sum tá er fremst, føroyameistari, skrivar Bridgesambandið.

Fyrstu tveir dystirnir vórðu leiktir 28. september, og endar FM-kappingin tá seinastu tveir dystirnir vera leiktir 7. mars næsta ár.

Nú fýra tey fyrstu umførini eru leikt, hevur liðið hjá Magna Jøkladal lagt seg á odda.

Úrslitini frá teimum fýra fyrstu umførunum vóru hesi:

Umfar 1:
Stikk Avstað – Suðuroyar Bridgefelag, 17,96 – 2,04
Magni Jøkladal – Jassarnir, 19,38 – 0,62
Rinkuhúsini – Rútar 7, 18,53 – 1,47
Henriette Svenstrup – Byggitilfar, 0,00 – 20,00


Umfar 2:
Suðuroyar Bridgefelag – Byggitilfar, 1,24 – 18,76
Rútar 7 – Henriette Svenstrup, 11,67 – 8,33
Jassarnir – Rinkuhúsini, 3,43 – 16,57
Stikk Avstað – Magni Jøkladal, 0,00 – 20,00


Umfar 3:
Magni Jøkladal – Suðuroyar Bridgefelag, 19,11 – 0,89
Rinkuhúsini – Stikk Avstað, 11,67 – 8,33
Henriette Svenstrup – Jassarnir, 7,58 – 12,42
Byggitilfar – Rútar 7, 20,00 – 0,00


Umfar 4:
Suðuroyar Bridgefelag – Rútar 7, 17,51 – 2,49
Jassarnir – Byggitilfar, 5,18 – 14,82
Stikk Avstað – Henriette Svenstrup, 14,96 – 5,04
Magni Jøkladal – Rinkuhúsini, 17,69 – 2,31



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder