Hondbóltur

Brynja Høj byrjar aftur at spæla - í Stjørnuni

Í øllum landsliðsmeldrinum hjá A-landsliðnum við kvinnum, kemur enn ein hvøkkur, staðfestir Stjørnan í kvøld. - Eftir ein stuttan steðg merki eg í mær, at eg enn vil hondbóltin, sigur fyrrveandi landsliðskempan.

Brynja Høj - nú í reyðum - saman við formanninum í Stjørnuni, Regini Sivertsen. Talan kann gerast um ógvuliga týðandi undirskrift hjá felagnum úr Klaksvík (Mynd: Stjørnan)

Brynja Høj - nú í reyðum - saman við formanninum í Stjørnuni, Regini Sivertsen. Talan kann gerast um ógvuliga týðandi undirskrift hjá felagnum úr Klaksvík (Mynd: Stjørnan)

2025-12-02 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í øllum landsliðsmeldrinum hjá A-landsliðnum hjá kvinnunum, kemur enn ein hvøkkur. Hetta skrivar Stjørnan í fráboðan um at fyrrverandi varaliðskiparin á landsliðnum tekur harpiksi av hillini og ger avtalu við Stjørnuna.

Brynja Høj spældi sínar seinastu landsdyst í HM røkkstøkk-umfarinum í apríl og stutt seinni fyri Neistan fyri síðstu ferð.

29-ára gamli strikuspælarin steðgaði millum annað vegna ymiskar kropsligar avbjóðingar, og vegna tíðini hondbólturin fór við.

Men hugurin til hondbólt er framvegis har hjá harðføra og dugnaliga striku/miðverjuspælaranum, sum hevur sagt ja til nýggjan møguleika.

- Eg eri spent uppá at byrja aftur. Eftir ein stuttan steðg merki eg í mær, at eg enn vil hondbóltin. Stjørnan er í gongd við eitt fínt kappingarár, har liðið fegið vil bjóða av í topp fýra, og tað sýnist at vera ein góður felagsskapur kring felagið sum er í menning, sigur nýggi Stjørnuleikarin.

Regin Sivertsen, formaður í Stjørnuni sigur, at í felagnum eru tey errin av at kunna fáa ein leikara til Stjørnuna við tílíkum eginleikum og stuðlar hetta við raðfestingina hjá Stjørnuni við at royna at kappast við ovaru liðini.

Liðið úr Klaksvík er á 5. plássi av teimum átta í SMS-deildini. Tað er eingin ivi um, at Brynja Høj fer at strykja um liðið. Hetta er fyrstu ferð, at hon umboðar eitt annað felag enn Neistan í vaksnamannhondbólti. 

Dagført: 19.26

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder