
Tað er altíð ikki nóg mikið at skapa eitt meistaralið ella at venja tað. Hetta noyðast Stefan Kretzschmar og Jaron Siewert at ásanna.
Füchse Berlin hevur í dag slept eina veruligari bumbu í hondbóltsheiminum: Ein fráfaringaravtala er í vikuni gjørd við ítróttarstjóran, Kretzschmar, og fyrsti meistaravenjari í søguuni er í dag uppsagdur í felagnum. Hetta eisini eftir tríggjar sigrar av trimum møguligum higartil í kappingarárinum.
Ikki tí; søgur hava verið frammi um, at hetta fór at vera seinasta árið hjá greipuni. Í øllum førum hjá Siewert.
At ósemja hevur millum ítróttarstjóra og sjálvan stjóran í felagnum, Bob Hanning, hevur eisini ljóðað. Nú er nevin knallaður í borðið.
Bert 31-ára gamli Jaron Siewert hevur tvey ár á rað leitt Füchse til tvær evropeiskar finalur á rað - Champions League í juni - og sjálvandi eisini meistaraheitið. Gitingar eru um, at hann kann enda sum nýggjur venjari hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel næsta summar.
Krickau skal nú stýra
Nikolej Krickau varð uppsagdur í Flensbrg-Handewitt í vetur. Danin er tó framvegis eitt heitt navn í hondbóltsheiminum - serliga eftir avrikini í GOG.
Har var Mathias Gidsel ein profilur. Nú er bakspælarin heimsins besti spælari, og maðurin sum Füchse Berlin veruliga hevur satsað uppá.
At Gidsel hevur verið spurdur eftir í hesum, eru hondbóltsserfrøðingar so at siga á einum máli um.
Nikolej Krickau verður bæði venjari og ítróttarstjóri í týska høvuðsstaðarfelagnum næstu árini.
Nikolej Krickau hevur fingið eina risa uppgávu (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald