
3. umfar í FA Cup verður leikt í vikuskiftinum. Har koma Premier League-feløgini inn í kappingina. Í tí "lítlu" enski steypakappingini er komið til hálvfinalurnar, og tann fyrra av teimum varð leikt í gjár.
Tað var Tottenham, sum á heimavølli tók ímóti Brentford. Liðið sum fyrr í ár var sera nær við at koma upp í Premier League - tapti Playoff-finaluna móti Fulham - hevur sligið fýra lið úr Premier League úr kappingini: Fyrst sigraðu menninir hjá Thomas Frank í Southampton, síðani eydnaðist at vinna eftir brotssparkskapping móti West Bromwich, Fulham var fyri 3-0 ósigri í áttandapartsfinaluni, og í fjórðingsfinaluni vann Brentford 1-0 á Newcastle.
Tottenham í so at siga sterkastu uppstilling gjørdist tó ein ov stórur biti. Tíðliga í dystinum var tað Moussa Sissoko, ið sló til, og í tjúgu minuttir fyri leiklok var tað Heung-Min Son, ið økti og so at siga avgjørdi dystin. Tá støðan var 1-0 fekk Brentford eitt mál kolldømt vegna rangstøðu - ímóti endanum fekk útiliðið ein leikara útvístan.
Tottenham vann Carabao Cup, tá bert nevnt League Cup, í 2008. Árið eftir tapti felagið eftir brotssparkskapping móti Manchester United. Í 2015 var Chelsea-liðið hjá Mourinho ov sterkt. Árið eftir endaði Tottenham nummar trý í Premier League eftir at hava verið í meistaraheitsstríðið við Leicester. Í 2019 kom Tottenham í Champions League-finaluna men tapti 2-0 fyri Liverpool. Harvið er steypaturkurin nú 13 ár - Mourinho og hansara menn fáa møguleikan at enda hann í apríl.
Í kvøld fellur avgerðin um, hvat mótstøðuliðið hjá Tottenham verður í finaluni. Talan verður, eins og í hálvfinaluni í fjør, um eina reina Manchester-upppgerð. United og City hittast fyri aðru ferð uppá ein mánaða á Old Trafford.
Carabao Cup hálvfinalur
05/01
Tottenham - Brentford 2-0 (1-0)
12' Moussa Sissoko 1-0
70' Heung Min-Son 2-0
06/01
19.45: Manchester United - Manchester United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald