Í kvøld spælir GOG seinna dystin í play-off umfarinum (áttandapartsfinalunum) í Champions League.
Dysturin verður í Nantes, har eitt av fronsku stórfelagnum tekur ímóti spennandi liðnum av Fjóni.
Óli Mittún hevur havt eitt ógvuliga gott fyrsta ár í Champions League, og skal tað halda fram, so er neyðugt, at GOG vinnur í kvøld.
Danska liðið var á odda við tveimum málum, tá farið var undir seinasta minuttin í fyrra dystinum, men tað endaði við 34-33 sigri til Nantes.
Hæddarpunkt: Óli Mittún og teir mistu góða fyrimunin móti fronskum stórfelagi
Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð, og sæst hann á DR2/DRTV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald