Fyri trimum vikum síðani skaraði Óli Mittún framúr í París - so mikið nógv at hann varð toppskjútti, dagsins spælari og kosin besti spælari av øllum í Champions League-leikumfarinum.
Sí eisini: Óli Mittún var besti spælarin í Champions League hesa vikuna
Í kvøld hittast PSG og GOG aftur. Hesaferð er tað í Svendborg. Dysturin byrjar klokkan 17.45 - 18.45 lokala - og sæst á DR2 ella DRTV.
Harvið er góður møguleiki hjá føroyingum at síggja Óla Mittún royna at koppa franska stórfelagnum aftur.
Leygardagin hilnaðist ikki serliga væl hjá Óla og liðfeløgunum í Aahus, har Jóhan á Plóigv Hansen var stórspælandi.
GOG er á 5. plássi av teimum átta liðunum í Champions League-bólkinum. Hetta við seks stigum fyri seks dystir. PSG er óvæntað aftanfyri - um tað endar við tapi á Fjóni, so verður danska stórfelagið í uppaftur størri trupulleikum.
Her ber til at hoyra Óla seta orð á uppgávuna á almennu rásini hjá GOG
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald