
Teir spæla títt - føroysku landsliðsprofilarnir. Í fimtu dystunum hjá GOG og Füchse Berlin í síðstu viku stóðu Óli Mittún og Hákun West av Teigum seg væl í Champions League- sigrum. Og í kvøld skulu teir báðir føroyingarnir í fremstu evropeisku kappingini hjá monnum aftur í eldin.
Füchse Berlin við føroyska høgra vonginum spælir í Ungarn klokkan 17.45. Talan er um týaðndi dyst hjá Hákuni og teimum móti Veszprem, sum roynir at bjóða av í topp-tvey, sum gevur beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar. Füchse liggur í løtuni til tað: Fult stigatal fyri fimm dystir. Hákun West av Teigum hevur sanniliga gjørt sítt: Føroyingurin hevur skorað 22 mál uppá 24 skot (91,6 prosent av skotunum)
PSG tekur ímóti Óla Mittún og teimum klokkan 19.45. Tað er ikki tað sama PSG, sum tá Mikkel Hansen, Karabatic eldri og aðrir spældu har, men har eru framvegis nógvir dygdarspælarar. PSG og GOG hava bæði 4 stig fyri fimm dystir, og harvið hevur dysturin nógv at siga: Hjá danska liðnum snýr tað seg fyrst og fremst at koma burtur frá teimum báðum niðastu plássunum.
Sí støðurnar í teimum báðum bólkunum her
Óli Mittún og GOG hava vunnið lyklasigrar í Norðurmakedónia og Kroatia - nú bíðar París (Mynd: EPA)
Báðir dystirnir hjá føroyingunum síggjast á TV3 MAX og Viaplay - TV3 MAX er millum annað ein rás á Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald