Fótbóltur

Chelsea hevur keypt Chilwell

Chelsea heldur fram við at styrkja seg. Chilwell er keyptur úr Leicester, sum Chelsea kappaðist við um Champions League plássini farna kappingarár.

Chelsea hevur keypt Ben Chilwell úr Leicester.(Mynd: EPA)

Chelsea hevur keypt Ben Chilwell úr Leicester.(Mynd: EPA)

2020-08-26 18:37 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Chelsea hevur keypt vinstrabakkin hjá Leicester, Ben Chilwell. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.

-Eg eri fegin um at koma til Chelsea í einari spennandi tíð fyri felagið sigur Chilwell við heimasíðuna. Chilwell leggur afturat, at hann er spentur til at vera ein partur av unga og spennandi hópinum hjá Frank Lampard.

Chilwell spældi 120 dystir fyri Leicester síðani hann fekk debut í 2015. Eisini hevur hann umboða enska landsliðið 11 ferðir.

23 ára gamli Chilwell fær ein fimm ára sáttmala við Chelsea.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder