Fótbóltur

City og Real stóðu fyri frálíkum undirhaldi í Manchester

Heimaliðið var tríggjar ferðir á odda við tveimum málum, men liðið hjá Ancelotti fekk nakrar ferðir revsa mistøk hjá City, og Benzema vísti klassan. 4-3 úrslitið ger, at stórur spenningur er undan seinna dystinum.

Benzema lytir bóltin í málið úr ellivu málum. Hetta var mál nummar 14 hjá honum í kappingini í hesum kappingarárinum

Benzema lytir bóltin í málið úr ellivu málum. Hetta var mál nummar 14 hjá honum í kappingini í hesum kappingarárinum

2022-04-26 22:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eingin ivi um, hvat lið byrjaði betri í fyrru Champions League-hálvfinaluni millum Manchester City og Real Madrid.

Longu í 2. minutti skoraði heimaliðið eitt flott mál, tá Mahrez rak inn í vøllin og legði bóltin væl innfyri til eyðsýnda Kevin De Bruyne, ið kastaði seg fram og stútaði bóltin framvið Courtois. Níggju minuttir seinni varð 2-0, tá Alaba satsaði ov nógv í samband við eitt innlegg, og Gabriel Jesus tók av.

Liðið hjá Guardiola sat á tingunum, men so fór útiliðið at eta seg meira inn í dystin, og í 33. minutti minkaði Real Madrid um munin, og tað var "sjálvandi" Karim Benzema. Liðformaðurin fekk vinstra beinið á innlegg frá Ferland Mendy, og 2-1 var støðan í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur byrjaði eisini við fýrverki. Innskifti Fernandinho, sum avloysti skadda John Stones á høgra bakki, ið ikki er fasta plássi hjá brasiliumanninum, fór til stroks í 53. minutti og legði innfyri móti aftara økinum, har Phil Foden var til reiðar. Bert tveir minuttir seinni varð júst Fernandinho dribblaður av, og landsmaðurin Vinicius Junior nýtti sína nógva ferð og dygdir at fara frá miðjum vølli og allan vegin inn í City-brotsteigin. Eingin kom veruliga til hann, og Vinicius sendi bóltin framvið Ederson.

Eftir 3-2 málið "legði dysturin seg nakað", men tað tykiskt sum, at tað var City, ið vildi meira, og í 74. minutti gjørdi Bernardo Silva sær dælt av einum fyrimuni frá dómaranum, tá portugsisin smekkaði bóltin í Real-málið. Útiliðið fekk tó síðsta orðið, og tað var Benzema, ið kaldliga umsetti brotsspark til mál, eftir at bólturin var komin í armin á Laporte. 34-ára gamli fraklendingurin hevur nú skorað 41 mál í 41 dystum kappingarárinum, harav 14 mál í 10 dystum í Champions League.

Talan ver um ferðmiklan dyst við nógvum undirhaldi, nógvar góðsku, men eisini stórum villum í verjustøðu og tað tykist sum, at teir hjá City vóru minni nøgdir við úrslitið - liðið hjá Guardiola hevði eisini fleiri stórar møguleikar.

Seinni dysturin verður leiktur á Santiago Bernabeu mikudagin 4. mai. Í morgin spæla Liverpool og Villareal á Anfield. 

Champions League hálvfinalur
Í kvøld - týsdagin 26.04

Manchester City - Real Madrid 4-3 (2-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder