Hóskvøldið var drama í Ikast, tá høvuðsvenjarin Søren Hansen varð uppsagdur fáar minuttir eftir stórtap á heimavølli móti Team Esbjerg.
Les meira: Drama í Danmark:Føroyski landsliðsvenjarin fyribils høvuðsvenjari í Ikast
Claus Mogensen hevur verið hjálparvenjari hjá Ikast-kvinnunum størsta partin av 2025, og hann tók fyribils við hjá einum av ovaru liðunum í bestu donsku deildini.
Ikast er eisini við í Champions League, og fyrsta uppgávan hjá landsliðsvenjaranum hjá Føroyum var í hesari kappingini. Hetta var seinnapartin, tá kroatiska HC Podravka vitjaði til lykladyst í bólkinum. Ikast hevði yvirvágina; var á odda 16-13 í steðginum og vann 36-30.
Harvið ein týðandi uppreisn frá hóskvøldinum, og nógv eydnaðist hjá Claus Mogensen og hansara liði.
Sigurin hevur eisini stóran týdning í tætta stríðnum í Champions League-bólkinum. Eftir helmingin av tí - sjeynda av 14 dystum -er Ikast nú nummar 4 við átta stigum, og trý stig eru niður til júst Podravka á 6. plássinum. Tað snýr seg um at vera í topp-seks fyri at hava møguleikan at koma víðari.
Hvør tekur fast við í Ikast, og hvørt Claus Mogensen verður partur av hesum ella ikki, er ikki greitt enn. Í øllum førum ikki alment. Í fyrstu syftu varð boðað frá, at Claus Mogensen skuldi standa á odda í dag.
Ikast spælir longu aftur mikukvøldið móti Viborg og Janu Mittún og síðani í Kroatia í Champions League næsta vikuskifti. Eftir hetta verður HM-steðgur; møguliga verður tað ikki fyrenn tá, at avgerðin verður endalig í Midtjútlandi. Nógv bendir á, at Claus Mogensen aftur stendur á odda til landskappingardyst mikukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald