Fótbóltur

Dalibor Savic verður HB-venjari

HB ger skjótt av, og hevur sett 42 ára gamla svian Dalibor Savic sum nýggjan høvuðsvenjara restina av kappingarárinum. Í morgun boðaði felagið frá, at venjarin síðani januar, Kim Engstrøm, varð tveittur til hús.

2022-05-16 12:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður 42-ára gamli sviin Dalibor Savic, vanliga nevndur Dali, sum tekur við sum høvuðsvenjari hjá HB restina av kappingarárinum.

Hesum boðar Havnar Bóltfelag frá í dag.

Fyrrapartin gjørdist greitt, at høvuðsvenjarin hjá sigursvanda felagnum seinastu mánaðirnar, danin Kim Engstrøm, varð tveittur til hús.

Nú verður tað so ein nýggjur maður, sum skal royna at venda gongdini.

Dali hevur royndir úr svenskum fótbólti, bæði sum hjálpar- og høvuðsvenjari.

- Hann byrjar í starvinum í dag, og stendur á odda fyri liðnum í steypadystinum ímóti AB mikukvøldið, sigur HB.

[object Object]Sáttmálin við Kim Engstrøm var annars galdandi fyri trý ár. Úrslitini hava bara ikki verið nøktandi, og tí valdi HB at tveita hann til hús eftir fáar mánaðar í starvinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder