
Fríggjakvøldið spældi Hillerød málleysan javnleik móti Hobri í fjórðseinasta umfarinum og tryggjaði sær harvið endaliga ovasta plássið í niðara endaspælinum í næstbestu donsku deildini. Hetta gevur nakað av eyka peningi til føroyingafelagið.
Daniel Johansen spældi aftur 90 minuttir og spældi aftur væl fyri Hillerød. Hetta á vinstra vongbakki, sum 26-ára gamli føroyingurin hevur gjørt til sín egna seinastu mánaðirnar.
Í síðsta mánaða var Daniel so mikið góður, at hann er kom á mánaðarliðið fyri apríl í Nordic Bet deildini.
Mynd: 1. Division
Daniel Johansen hevði heili fimm upplegg í fimm dystin, hann skoraði eitt mál og var eisini við at halda málið reint í trimum dystum. Tekniskt sterki vinstri bakkurin spældi allar 90 minuttirnar í øllum dystunum.
Tveir aðrir hjá Hillerød Fodbold eru eisini við, og málverjin er Valdemar Birksø, sum seinastu mánaðirnar hevur hildið Mattias Lamhauge á bonkinum í Fredericia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald