Fótbóltur

Daniel avloysir Ára

Ári Mohr Jónsson hevur givið avboð til dystirnar móti Litava og Turkalandi. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Daniel Johansen.

Ári Mohr Jónsson og Daniel Johansen her í dysti móti Víkingi í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Ári Mohr Jónsson og Daniel Johansen her í dysti móti Víkingi í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-18 14:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í vikuni kunngjørdi Hákan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Litava og Turkalandi. Millum teir úttiknu, var Ári Mohr Jónsson úr HB.

Men nú er greitt, at kviki vongurin hjá teimum reyð-svørtu kortini ikki verður við í flogfarinum, sum nakrar minuttir í níggju í kvøld setir kós móti litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.

Ári Mohr Jónsson hevur ein lítlan skaða at dragast við, og mett verður, at hann ikki er nóg birgur til landsliðsfótbólt í næstum. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir liðfelaginum hjá Ára, Danieli Johansen.

Hósdagin 22. september klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð, spæla Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius, og sunnudagin 25. september klokkan 19:45 vitjar Turkaland á Tórsvølli.

Atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Turkaland fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Hørður Askham, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
Daniel Johansen, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder