Fótbóltur

Dánjal Godtfred heldur fram í EB/Streymi

26-ára gamli miðvallarastríðsmaðurin úr Vági spældi 26 dystir fyri felagið í fjør og hevur nú skrivað ein nýggjan eitt-ára sáttmála.

Dánjal Godtfred - her sum TB-spælari í einum nærdysti við Margáir. Júst TB var eitt av feløgunum, ið var áhugað at lokka Dánjal aðrastaðni at spæla (Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Godtfred - her sum TB-spælari í einum nærdysti við Margáir. Júst TB var eitt av feløgunum, ið var áhugað at lokka Dánjal aðrastaðni at spæla (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-18 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur fekk í gjárkvøldið ein sáttmála í hús, ið kann gerast sera týðandi. Dánjal Godtfred kom til felagið síðsta vetur og var ein sentralur spælari hjá liðnum, sum endaði á fimta plássið í Betrideildini. 26-ára gamli orkuríki miðvallarin spældi 26 dystir og skoraði eitt mál. 

Í vetur hava onnur lið ligið framvið. TB hevur roynt at fingið vágbingin aftur, og sum skilst hevur 07 Vestur eisini roynt at knýtt hann til. Nú er so greitt, at Dánjal hevur bundið seg til EB/Streym í eitt ár afturat.

- EB/Streymur og Dánjal Godtfred hava gjørt sáttmála, so stríðsmaðurin á miðjuni eisini er í blá-svarta búnanum í 2023. 26 ára gamli suðuroyingurin leitki í fjør 26 dystir fyri EB/Streym og var sera eyðsýndur á miðvøllinum.

- Í felagnum eru við sera glað fyri at Dánjal heldur fram og ynskja honum bestu eydnu komandi ár, skrivar felagið í samband við kunngjørda sáttmálan.

[object Object]
Dánjal Godtfred saman við Jógvani í Skorini, nýggja formanninum í felagnum (Mynd: EB/Streymur)

Vágbingurin hevur spælt samanlagt 169 dystir í Betrideildini. Teir flestu fyri TB ella TB/FCS/Royn.

Sigfríður Clementsen er nýggjur venjari hjá EB/Streymi, ið eisini hevur longt við millum annað Filip Djordjevic, sum var ársins leikari í felagnum, men sum hevur mist stinna málverjan Kristian Joensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder