Fyrr í summar varð kunngjørt, at Dánjal Ragnarsson skuldi aftur til Neistan, at spæla, men felagið boðar í dag frá, at tann støðan nú er broytt.
- Hetta er tí, at Dánjal hevur fingið møguleikan at spæla í bestu íslendsku deildini við meistarunum og steypavinnarunum, Fram, komandi kappingarár.
Talan er harvið um eitt spennandi skifti hjá 24-ára gamla bakspælaranum. Íslendsku greipuvinnararnir vildu hava Dánjal.
Liðið vann íslendsku steypafinaluna móti Jóhannesi Bjørgvin og Stjarnuni og finalurnar um meistaraheitið móti Allani Norðberg, Bjarna í Selvindi og Vali.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/03/03/gallery-thumbnail/1740997105lrn4soorab.webp)
Jóhannes Bjørgvin (í bláum) og teir royndu, men í steypafinaluni var Fram sterkari (Mynd: Harald Bjørgvin)
Sambært Neistanum leigar Fram Dánjal í eitt kappingarár. Liðið úr Reykjavík hevur fyrrverandi H71-venjaran, Einar Jónsson, sum venjara
- Fram skal spæla bólkaspæl í European League, og tað er ein spennandi møguleiki, sum Dánjal hevur valt at taka av.
Dánjal Ragnarsson hevur áður spælt í Íslandi - við ÍBV. Har gjørdist hann í sínum øðrum kappingarári, í 2023, meistari. Stutt seinni gekk leiðin til VÍF. Nú er hansara afturvendan til barndómsfelagið Neistan útsett, tí áhugaverdar avbjóðingar bíða í íslendska høvuðsstaðnum.
Dánjal Ragnarsson í dysti fyri Neistan móti VÍF. Hann fór á fyrsta sinni til Íslads at spæla í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)
Samstundis sum Neistin kunnger tað, at Dánjal Ragnarsson fer, verður "hansara avloysari" kunngjørdir.
Talan er um russiska skjúttan Nikolai Bliznov, sum hevur fitt av royndum í Føroyum.
- Nikolai hevur leikt fimm kappingarár í Føroyum við ávikavist KÍF og Team Klaksvík, har hann hevur skorað yvir 400 mál. Nikolai hevur eisini spælt fleiri ár í bestu russisku deildini, har hann hevur vunnið bronsu tvær ferðir, eins og hann hevur vunnið russisku steypakappingina. Afturat hesum var hann liðskipari á russiska U19-landsliðnum.
Nikolai er 31 ára gamal og býr í Havn saman við unnustu síni, sum spælir við Stjørnuni - Iulia Nalivko. Hann er bakspælari við hørðum skoti.
Mynd: Neistin
Dagført: 11.44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald