Sum vanligt er stórt endaspæl hjá kvinnum í desember og hjá monnum í januar. Í ár er tað HM í kvinnuhondbólti, sum verður leikt í Asiu. At kappingin er í Japan ger, at teir dystirnir verða leiktir fyrrapartin okkara tíð. 
 
 Øll liðini spældu á fyrsta degi. 
 
 Bólkur A: 
 
 Noreg er ein av favorittunum til heitið, hóast Nora Mørk ikki er við. Sigurin í morgun var við heili 31 málum. Holland hevur seinastu árini staðið seg væl men tapti heldur óvæntað fyri Slovenia í fyrsta dystinum.
 
 Noreg  - Kuba 47 – 16 (25-9)
 Holland – Slovenia 26-32 (14-15) 
 Serbia – Angola 32 - 25 (16-12)
 
 Bólkur B: 
 
 Danska liðið vann við heili 25 málum, men stóra søgan í bólkinum var, at Suðurkorea basti heimsmeistarunum. Landið var sterkt innan kvinnuhondbólt í endanum av 1980’árunum og upp ígjøgnum 90’árini, har tað millum annað gjørdist talan um  tvey OL-gull og tríggjar olypiskar finalur á rað. Fronsku kvinnurnar fingu ikki sítt spæl at koyra, og Eun Hee Ryu, ið til dagliga spælir í París, skoraði heili 12 mál. Í morgin  klokkan 10.30 hittast Danmark og og Suðurkorea. Talan verður helst um ein tættan dyst og eina harða kapping um tey trý plássini í millumumfarinum.
 
 Danmark – Australia 37-12 (17-4)
 Týskland – Brasil 30-24 (14-11)
 Frakland – Suðurkorea 27-29 (13-12)
 
 
 Í morgin: 
 Brasil – Frakland
 Australia – Týskland
 Suðurkorea - Danmark
 
 
 
 Bólkur C:
 Rumenia hevði trupulleikar í EM-undankappingardysti Føroyum í heist,har føroyska liðið hevði sera gott tak á í 1. Hálvleiki. Tá var Christina Neagu, ein av heimsins allarbestu hondbóltsleikarum ikki við. Tað var hon í morgun, men Spania vann kortini við 15 málum á Rumenia.
 
 Montenegro – Senegal 29-25 (14-15)
 Rumenia – Spania 16-31 (9-16)
 Ungarn – Kasakstan 39-15 (22-8)
 
 
 Í morgin: 
 Kasakstan – Montenegro
 Spania – Ungarn
 Senegal - Rumenia
 
 
 Bólkur D: 
 
 Svøríki rann frá Kongo í 2. hálvleiki, og vertirnir vunnu byrjanardystin.
 
 Japan – Argentina 24-20 (14-10)
 Russland – Kina 26-11 (13-6)
 Svøríki – Kongo 26-16 (11-8)
Í bólki B og C verður spælt í morgin – í hinum báðum bólkunum er 2. umfar mánadagin.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald