 
                
                        
Hetta var fyrstu ferð, at heimsmestararnir vóru í nøkulunda sterkastu manning síðani HM-finaluna í Oslo 2. februar. Og danir vóru flúgvandi í pørtum av fyrra hálvleiki.
Álopsspælið við Mathias Gidsel og Simon Pytlick fleyt væl, og Emil Nielsen hevði nakar góðar bjargingar.
Noreg hekk tó fínt í fram seinastu minuttirnar fyri steðgin. Tá fór Danmark frá og var á odda 19-13 í steðginum.
Hóast Noreg var nakað betri í løtum eftir steðgin, danir gjørdu fleiri mistøk, og Torbjørn Bergerud tók meira í norska málinum, so kom sigurin hjá Nikolaj Jacobsen og monnum hansara ongantíð av álvara í vanda. Fimm mál vóu á muni, tá samaumkom.
Norðmenn kunnu tó vera vælnøgdur við serliga álopsspælið eftr steðgin, sum í løtum vóru 7 móti 6, og fyrstu bylgju sína.
Leygardagin klokkan 15.45 skulu norðmenn spæla móti Føroyum. Fyrsta uppgávan hjá føroyingum er tó um eina løtu - klokkan 19.30 móti Niðurlondum. Dysturin sæst í Kringvarpinum og á TV2 Sport/TV2 Play.
Skráin fyri Golden League í Tróndheimi
Í dag, hósdagin 30. oktober:
Noreg – Danmark 33-38 (13-19)
kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar
Leygardagin 1. november:
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar
Sunnudagin 2. november:
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald