2026-08-16 19:15
Í døgunum 29. september til 3. oktober verður Dartsamband Føroya vertur fyri WDF Europe Cup, sum er kappingin um evropameistaraheitini í dart fyri landslið, og Dartsamband Føroya hevur í dag kunngjørt, hvørjar manna føroyska kvinnulandsliðið.
Hesar umboða kvinnulandsliðið til EM-kappingina, sum verður við Tjarnir:
- Beinta Joensen, KDF
- Nadja Tróndardóttir, D9
- Jóna Miðalberg, KDF
- Theresa Enghamar, HDF
![]()
(Myndir: Dartsamband Føroya)
39 lond við monnum og 36 lond við kvinnum hava boðað frá luttøku. Sostatt koma 75 landslið við tilsamans 300 spælarum úr øllum Evropa at luttaka í kappingini.
Fyrr í vikuni varð manslandsliðið avdúkað.
Les eisini: Hesir manna EM-landsliðið í dart
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald