Fótbóltur

Deildin í Belgia tann fyrsta sum er avblást

Eitt umfar var eftir av grundspælinum, og Club Brugge, sum hevði 15 stig niður til nummar tvey, er kosið meistari. Í Hollandi hava stórfeløg ynski um, at kappingarárið 2019/2020 ikki verður tikið uppaftur.

Club Brugge undan UEFA Europa League-dystinum móti Manchester United í februar. UEFA ynskir, at øll londini spæla kappingarárið 2019/2020 liðugt (Mynd: EPA)

Club Brugge undan UEFA Europa League-dystinum móti Manchester United í februar. UEFA ynskir, at øll londini spæla kappingarárið 2019/2020 liðugt (Mynd: EPA)

2020-04-03 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni liggur so at siga allur yrkisfótbóltur í Evropa stillur - tað er bert besta deildin í Hvítarusslandi, sum er í gongd.

Óvist er, um kappingarnar sum skuldu enda í mai, verða spældar lidnar, og um so er, er óvist nær fótbólturin kring Evropa kann takast uppaftur. Eisini er óvist, nær kappingarnar í millum annað Føroyum, Noreg og Svøríki kunnu fara í gongd.

UEFA hevur eitt stórt ynski um, at deildirnar verða spældar lidnar, og gav 17. mars londunum eina freist til 30. juni - ein freist sum møguliga verður longd.

Les eisini: Soleiðis ávirkar avgerðin hjá UEFA føroysku landsliðni og feløgini

Nú er greitt, at tann fyrsta deildin í Evropa er avblást. Tað vil siga, at kappingarárið 2019/2020 ikki verður spælt liðugt. Talan er um Pro League - besta deildin í Belgia. Hetta kunngjørdi Pro League í gjár.

29 útav teimum 30 umførunum í grundspælinum eru leikt. Club Brugge er kosin meistari. Stórfelagið hevur 15 stig niður til Gent á 2. plássið. 

Tað er framvegis ikki greitt, hvussu verður við hinum evropeisku plássunum og niðurflytarum. Tað skal ein arbeiðsbólkur taka støðu til. Belgiskir miðlar skriva tó, at helst verður eingin niðurflytari, men bert tveir uppflytarar

Orsøkin til avgerðina er, at tað at taka kappingina aftur setur leikarar og øll onnur íblandað í heilsuligan vanda, og at um ein ella fleiri verða smittaðir, so ávirkar tað ítróttarliga gongdina. 

Avgerðin skal endaliga samtykjast á fundi, men hetta verður sær sum ein formleiki. Aðrastaðni verða ymsikir møguleikar viðgjørdi - m.a í Onglandi, har feløgini hava videofund í dag.

UEFA hevur í dag sent skriv út til limalondini, har tað staðiliga verður heitt á tey um at bíða við at taka eina slíka avgerð, ið belgiska deildin nú hevur tikið. 

Í grannalandinum Hollandi bendir okkurt á, at ein líknandi avgerð veðrur tikin. Ajax ynskir ikki, at kappingarárið veðrur spælt víðari  undir verandi umstøðum. Hetta hevur Marc Overmars, ítróttarstjóri, gjørt greitt í samrøðu. Fyrrverandi vongleikarin sigur, at UEFA hugsar meira um pening enn heilsu. PSV Eindhoven og AZ Alkmaars taka undir við tankunum hjá Overmars og Ajax. 

Belgia og Holland eru ávíkvaist nummar 11 og 12 á listanum yvir váttaðum smittutilburðum av coronavirusi. Í báðum londunum eru yvir 1.000 fólk deyð við virusinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder