Í gjár gekk tað ikki hjá Skanderborg AGF, við Jóhan á Plógv Hansen á høgra vongi, at tryggja plássið í Champions League-miðumfarinum. Tað endaði við stórtapi í Bukarest, og nú má danska liðið basa Barcelona ella fáa fáa hjálp í seinasta umfari í bólkaspælinum.
Eitt annað danskt felag vil avgerða tað í kvøld. Talan verður eisini um torføran útidyst hjá GOG - í Ungarn.
Liðið av Fjóni vann heimadystin móti Pick Szeged, við einum føroyingi í hopla. Óli Mittún er sum heild flúgvandi í løtuni og fær stóran leiklut í kvøld. Fyrrverandi Sävehof-venjarin hjá hoyvíkinginum er á hinari síðulinjuni, og nú skal Michael Apelgren royna at tálma Mittún.
Sí eisini: Óli Mittún á vikuliðnum - ein tann mest effektivi spælarin í Danmark
Eitt stig er neyðugt hjá GOG fyri at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.Pick Szeged skal vinna.
Pick Szeged - GOG byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð. TV3 og Viaplay vísa dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald