Hondbóltur

Donsku kvinnurnar í sættu hálvfinaluni á rað

Gjørdist ein rímiliga tryggur sigur á Niðurlondum og tað merkir, at Danmark spælir EM-hálvfinalu móti Fraklandi fríggjakvøldið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-12-11 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Niðurlond komu á odda 1-0, men annars var Danmark omaná so at siga allan dystin.

Tað var 15-13 í steðginum í “finaluni í meginumfarinum”. Danmark fór síðani nakað frá tíðliga í 2. hálvleiki, har Anna Kristensen hevði nógvar góðar bjargingar, og álopið sum heild bara koyrdi. Tað gjørdist ongantíð heilt spennandi aftur - 30-26 - og harvið stórur danskur fagnaður. Anne Mette Hansen var stóri spælarin í álopinum, kanska saman við Helenu Elver, og skoraði hon 7 mál.

Liðið hevur mist skaddu Altheu Reinahart og Sarah Iversen, men tað eydnaðist at avgreiða uppgávuna, so donsku kvinnur fríggjakvøldið skulu spæla hálvfinalu sætta stóra endaspælið á rað.

Tað er enn ikki eydnast Jesper Jensen og liðnum at taka síðsta stóra fetið og vinna fyrsta gullið síðani 2024. Fríggjakvøldið klokkan 19.30 verður roynd gjørd at koma framvið fronsku heimsmeistarunum og koma í finaluna. Noreg og Ungarn spæla hálvfinalu klokkan 17 fríggjadagin 13. desember, føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder