Hondbóltur

Drama í Danmark: Føroyski landsliðsvenjarin fyribils høvuðsvenjari í Ikast

Claus Mogensen hevur verið hjálparvenjari í Ikast størsta partin av 2025 - eftir stórtap fyri Esbjerg á heimavølli í kvøld varð høvuðsvenjari felagsins uppsagdur í høllini, og landsliðsvenjarin skal standa á odda í Champions League-dysti sunnudagin.

Claus Mogensen fær spennandi uppgávu sunnudagin - men undir serstøkum umstøðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Claus Mogensen fær spennandi uppgávu sunnudagin - men undir serstøkum umstøðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-06 22:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein Henny Reistad í toppformi í Esbjerg-bakketuni og ein stórspælandi Anna Kristensen í málinum. Tað var ikki nógv, sum Ikast fekk gjørt við heimsstjørnurnar hinumegin í kvøld.

Men tað sveið nógv mitt í Jútlandi at vera aftanfyri 8-21 í steðginum og at tapa við heili 13 málum á heimavølli. Og 23-36 dysturin fekk avleiðingar fyri høvuðsvenjaran hjá Ikast, sum eisini spælir Champions League-hondbólt.

Tað var kontant avrokning í Ikast: Umleið tíggju minuttir eftir seinasta bríksl varð Søren Hansen uppsagdur. Sambært tv2.dk vóru tær hjá Ikast líka farnar úr skiftingarúminum aftur eftir dystin, men vórðu skjótt kallaðar inn. Og Søren Hansen var síðani ikki at finna í høllini.

- Vit halda ikki, at vit fáa forloyst tað, sum spælarahópurin hevur í sær, og tað hevur skapt gróðrarbotn fyri einu vantandi úttrykki.

Soleiðis sigur stjórin í Ikast, Daniel Grønhøj á almennu síðu feagsins í grundgevingini fyri avgerðini.

Har verður eisini kunngjørt, at Claus Mogensen stendur á odda til næsta dystin hjá liðnum, sum er ein Champions League-heimadystur. Hetta verður sunnudagin móti kroatiska HC Podravka.

[object Object]
Claus Mogensen fegnast her stutt eftir javnleikin móti Kroatia til EM-endaspælið í fjør. Royndi danin fær í øllum førum ein dyst sum høvuðsvenjari í Danmark, áðrenn hann 17. november savna føroyska HM-hópin (Mynd: Sverri Egholm)

Claus Mogensen hevur verið hjálparvenjari í Ikast størsta partin av 2025. Føroyski venjarin hevur góð minnir móti kroatiska landsliðnum. So er spurningurin, hvussu heldur serstaki dysturin sunnudagin fer at ganga. Ikast er beint frammanfyri Podravka eftir seks umfør av 14 í Champions League-bólkinum.

Ikast hevur tapt tríggjar av sínum átta dystum í Kvindeligaen. Hetta móti liðunum omanfyri: NFH, Odense og nú stórt móti Esbjerg. Liðið liggur á 4. plássi í løtuni. Tað verður ikki mett at vera nóg gott, og í kvøld fall hamarin.

Viðmerkjarar hjá TV2 meta, at Søren Hansen hevur hingið í tunnum tráði áðrenn dystin, av tí at hann so kyniskt varð uppsagdur nærum beint eftir seinasta bríksl í kvøld.

Ikast hevur nevnda Champions League-dyst, umframt uppgerð móti Janu Mittun og Viborg í næstu viku, á skránni áðrenn HM-steðgurin verður. Tað er hugsandi, at Claus Mogensen stendur á odda fyri hesum báðum dystunum, og at ein nýggjur venjari síðani kemur til Ikast eftir nýggjár.

Dagført: 22.39

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder