Talan gjørdist um sannan gysara, tá Kyndil vitjaði VÍF í aðru FM-finaluni hjá kvinnum í kvøld.
Kyndil, sum vann fyrstu finaluna, var annars á odda við trimum málum í steðginum (12-15). VÍF-verjan hevði eftir góða byrjan ógvuliga torført at tálma Turið Arge Samuelsen, sum skoraði heili átta ferðir fyri steðgin – og eitt tíðarskeið sjey av átta málum hjá Kyndli. Nummar 33 spældi aftur eina flotta finalu og varð toppskjútti við 14 málum.
Men VÍF legði út sum eitt óløgi eftir steðgin, og eftir fimm minuttir var javnleikur (16-16). Síðani útspældi finalan seg sum satt drama, har liðini so at siga skiftust um at skora.
![]()
![]()
(Myndir: Jens Kr. Vang)
Myndir: VÍF vann aðru FM-finaluna eftir dramatikk
Tað lá eina løtu aftur meira til útiliðið: Tað var 23-25, tá fimm minuttir restaðu í. Men VÍF vísti vilja, áræði og dygdir og javnaði aftur. Seinasta stóra minuttin í vanligu leiktíðini høvdu bæði liðini møguleika at avgerða.
Har vunnu verjurnar, og tað gjørdu tær eisini í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini, har als einki mál kom.
Tað gjørdi tað hinvegin í seinna hálvleik, har slúsurnar fóru frá. Liðini skiftust um at skora. VÍF rann aftaná men vísti kynismu: Unga Rakul Borgarlíð Joensen skoraði trygt av vonginum til 31-31, tá tíggju sekund vóru eftir, og so varð neyðugt við brotskastskapping í Vestmanna.
Har bjargaði vælspælandi Gylta á Neystabø skotinum hjá júst Rakul, men tað bilti einki hjá VÍF, tí vestmannakvinnur skoraðu øll hini fýra hjá sær. Ida Mai Nielsen spældi ein branddyst í málinum – 16 bjargingar sambært HSF Live – og hon bjargaði tveimum brotskøstum.
![]()
![]()
Ida Mai Nielsen stórspældi fyri VÍF við 16 bjargingum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fríða Nolsøe Olsen avgjørdi, og harvið er 1-1 í finaludystum. Minst tvær afturat skulu til. Liðini hittast á Hálsi leygarkvøldið klokkan 19.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald