Fótbóltur

EB/Streymur yvirhálaði ÍF og tók fet úr botnstríðnum

Ungir og lokalir spælarar løgdu grundarlagið við frálíkum málum fyri steðgin. ÍF svaraði væl aftur í 2. hálvleiki, men tað endaði 2-1 á Eiði.

Gutti Dahl-Olsen, her í dysti móti HB, legði EB/Streym á odda við ógvuliga góðum beinleiðis frísparki. Jákup Hummeland økti við langskotsperlu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gutti Dahl-Olsen, her í dysti móti HB, legði EB/Streym á odda við ógvuliga góðum beinleiðis frísparki. Jákup Hummeland økti við langskotsperlu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-20 17:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 10. umfari og harvið fyrsti dysturin í øðrum triðingi í Betrideildini varð spældur í Hólmanum á Eiði fyri løtu síðni. EB/Streymur tók ímóti ÍF. Undan dystinum vóru uppflytararnir úr Fuglafirði tvey stig frammanfyri EB/Streym - millum annað vegna sigur á júst EB/Streymi fyrr í ár. Talan gjørdist um ein inntensan dyst, har bæði liðini løgdu ógvuliga nógv fyri. Heimaliðið var at enda omaná og tók harvið týðandi fet á stigatalvuni.

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í fyrra hálvleiki, har liðini manglaðu at vera heilt neyv á seinast triðinginum. Hetta broyttist tó seinasta korterið fyri steðgin, har tveir ungir mans vístu høga skotgóðsku. Fyrst sendi 21-ára gamli Gutti Dahl-Olsen eitt fríspark beinleiðis og ógvuliga vakurt í málið hjá ÍF - aðru ferð áleyparin úr Streymnesi skorar beinleiðis fríspark í ár.

Átta minuttir seinni økti maðurin, ið vann frísparkið, 19-ára gamli Jákup Hummeland, tá hann royndi seg úr næstan júst sama staði - nakað til høgru og umleið tjúgu. Útiliðið hevði ikki fingið ruddað bóltin burtur, Jákup hevði góða tíð, og nummar 24 sendi bóltin heilt upp í longra málhorn. Samanlagt hevði EB/Streymur seks spælarar í U21-aldri inni frá byrjan, og ein blaðungur eiðismaður kom eisini á vøllin.

ÍF-spælararnir hava helst ikki kent, at teir stóðu nakað aftanfyri heimaliðið leikliga, og eftir steðgin herjaðu teir í reyðum á. Tað gekk heldur ikki long tíð, so hevði útiliðið minkað um munin. Jhon Mena varð sendur avstað, og verjuspælararnir fingu ikki bilbukt við kolumbianska áleyparin. Við styrki, megi ferð, vilja og hegni fekk Mena fatur á bóltinum, og fekk sent hann í málið.

Hetta var triðji dystir á rað, at 9'arin hjá ÍF skoraði, men hetta var ikki nóg mikið. Liðið hjá Aleksandar Jovevic setti seg annars á dystin og stressaði EB/Streym, men Mikkjal Hellisá, Andras Olsen og hinir fingu vart fyri, so at ÍF ikki fekk eina rúgvu av opnum málmøguleikum. Gundur Ellingsgaard Petersen var við í teimum flestu góðu støðunum hjá ÍF, eins og Jhon Mena, og álopskendi miðvallarin og Dánjal á Lakjuni høvdu vandamiklastu skotini hjá ÍF eftir steðgin.

Tað endaði 2-1. Seinastu løtuna var innskifti Filip Djordjevic við til at gera at EB/Streymur helt betur fast í bóltinum, og Arnbjørn Hansen kom eisini í yvirtíðini. Liðið hjá Sigfríði Clementsen vann fyri fyrstu ferð í Betrideildini síðani 8. apríl, er nú frammanfyri júst ÍF og er ájavnt í stigum við 07 Vestur og B68, ið bæði hava torførar uppgávur í morgin. Fuglfirðingar eru nú á 8. plássi.

Betrideildin 10 umfar

Í dag, leygardagin 20. mai
EB/Streymur - ÍF 2-1 (2-0)
32' Gutti Dahl-Olsen (Jákup Hummeland) 1-0
40' Jákup Hummeland 2-0
53' Jhon Mena Perez 2-1

Meira um dystin sæst her

Í morgin, sunnudagin 21. mai
15.00: 
AB - Víkingur
HB - TB
07 Vestur - KÍ

16.00:
B68 - B36  


Støðan í Betrideildini eftir 9 umfør

1. KÍ 27 stig
2. B36 21 stig
3. HB 20 stig
4. Víkingur 17 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. EB/Streymur 10 stig *
8. ÍF 9 stig *

9. TB 6 stig
10. AB 1 stig

Ein dyst fleiri
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder