Fótbóltur

Effektiva Frakland er heimsmeistari

Tað endaði 4-2 í Moskva, tá Frakland vann sítt heimsmeistaraheiti nummar tvey..

Fronsk frøi í Moskva

Fronsk frøi í Moskva

2018-07-15 18:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frakland er heimsmeistari fyri aðru ferð. Hetta er greitt eftir 4-2 sigurin á Kroatia í finaluni á Luzhniki leikvøllinum í russiska høvuðsstaðnum. Eftir tvær málleysar finalur(eftir 90 minuttir) undanfarnu endaspølini, varð hetta, saman við finalunum í 1930 og í 1966, talan um næstmest málríku finaluna í søguni. Tó var fótbóltsspælið ikki beinleiðis frálíkt; kroatar royndu meira, men høvdu ikki so nógvar upplagdar møguleikar, meðan fraklendingar vóru effektivir uppá deyðbóltar og umstillingar. 14 mál í sjey dystum; Frakland hevur verið við í málríkum dystum uttan at spælt so undirhaldandi. Liðið hevur tó verið vælskipað, sera effektivt, gjørt nógv ting røtt, og kunnu nú lyffta steypið.  

Kroatar løgdu bragdliga fyri í Moskva. Liðið hjá Zlakto Dalic skapti tvær vandamiklar støður frystu løtuna. Kroatia hevði eisini bóltin meira, men tað var Frakland, sum kom á odda í 18.minutti. Antoine Griezmann skeyt eitt fríspark væl inn í brotsteigin, og tað endaði við, at Mario Mandzukic beindi bóltin í egið mál. Kroatia er komið aftur í øllum knock-out dystunum, og svaraði skjótt aftur í Moskva. 1-1 málið kom tíggju minuttir seinni og eisini eftir eitt frísparksinnlegg. Bólturin fór høvd av høvdið, endaði síðani hjá Ivan Perisic, ið staddur stutt inni í brotssteiginum, tók eitt gott trekk og smekkaði bóltin væl í málið.

Frakland fór til hálvleiks við einari leiðslu, eftir eitt brotsspark dømt við VAR. Eitt horna kom innfyri, og fraklendingar vildu beinanvegin hava brotsspark. Argentinski dómarin fekk boð í oyra, og fór út at hyggja eftir video. Hann metti, at tað var nóg mikið til brotsspark, tá bólturin kom í hondina á Perisic, og Griezmann var ísakaldur úr ellivu metrum.

Hóast fáar upplagdar málmøguleikar, komu sostatt trý mál í 1.hálvleiki, og tað komu tað eisini trý í 2.hálvleiki. Bæði liðini høvdu støður í byrjanini av hálvleikinum, og tað var Frakland ið økti eftir eina góða og effektiva umstilling. Poul Pogba sendi eina frálíka alvering í dýbduna til Kylian Mbappé, ið fór spurtandi avstað. Hann bjóðaði av, legði útfrá til Griezmann, ið legði víðari útfrá til Pogba, og í aðru royndini legði Pogba bóltin væl inn við vinstra beininum frá brotsteigarmarkinum. Løtu seinni so at siga lukkaði Mbappé dystin. Nakrar góðar kombinatiónir og so trekti Mbappé inn mittfyri og smekkaði bóltin í málið úr áleið 25 metrum. Fyrsti tannáringur sum hevur skorað í einari HM-finalu síðani Pelé í 1985, og hann varð eisini valdur til besta unga leikara í kappingini.  4-1 til Frakland, ið vísti góðsku og effektivitet.

Hetta var í 65.minutti, og fýra minuttir seinni gav franski málverjin og liðformaðurin Kroatia eitt mál. Hugo Lloris var ov óansin, tá hansara alvering fór í beinið á Mandzukic og í málið. 4-2, og ein lítil vón hjá kroatum, ið vóru spælstýrandi men ikki heilt vandamiklir. Frakland kundi havt økt, men hugsavanaði seg um at verja leiðsluna heim.

Tjúgu ár síðani seinast; nú kann Frakland aftur lyfta gylta steypið. Kroatia kom tætt uppá, og fall við æru. Lítla landið hevur nakrar frálíkar leikarar, ið hava spælt liðið til finaluna fyri fyrstu ferð í søgu landsins. Dider Deschamps og hansara menn hava staðið fyri einum frálíkum arbeiði, men tað hava Dalic og hansara leikarar av Balkan sannliga eisini.

HM endaspæl nummar 21 er av. HM er aftur um stór fýra ár; í november-desember 2022 í Katar.

Frakland - Kroatia 4-2(2-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder