- Tað vanliga hevur jú verið, at tað er ein vika við tveimum dystum. Nú hevur FIFA lagt tvey landsliðsvindeygu í oktober og september saman til eitt langt vindeyga við fýra dystum. Haldi dystirnir eru innan ellivu dagar, og sjálvt vindeygað er 16 dagar. So tað verður ein øðrvísi og stór avbjóðing, sum fer at krevja nógv av okkum og hópinum: Fýra dystir innan so stutta tíð leggur upp til, at nógvir spælarar skulu spæla og kenna uppgávurnar til fulnar. Tíbetur eru vit vanir við frá í fjør at skifta nógv millum dystirnar. Tað fer at hjálpa nú.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein við Pætur Nolsøe, tá landsliðsvenjarin eftir úttøkuna í gjár setti orð á tað at spæla fleiri dystir enn vanligt, nú Nations League fer í gongd við fýra dystum á rað.
Hann vísti millum at, at grundarlagið við greiðari leikskipanin og spælitíð býtt millum nógvar spælarar nú fer at hjálpa: At so at siga allir spælararnir hava roynt tað og vita, hvat skal til.
Hoyr alt her: - Hendan avbjóðingin fer at krevja nógv av okkum
23 nøvn vóru á listanum, sum toymi hevur gjørt. Eyðun Klakstein segði tó á tíðindafundinum, at eitt pláss stendur opið, umframt at náttúran við so mongum tøttum dystum ger, at broytingar kunnu koma fyri. Hetta vegna skaðar og annað.
Aron og Hallur millum teir ið kunnu koma inn
Áðrenn úttøkuna var spenningur um, hvørjum lista Aron Bejaminsen fór at standa á: A ella U21.
- Ja, tað er eingin ivi um, at vit hava tosað um, um Aron skuldi vera við hesaferð. Og tað kann enda við, at hann als ikki verður við í hesum vindeyganum, ella tað at hann kemur inn í hópin einaferð. Vit byrja við tí, at hann fer við U21-landsliðnum til Estlands, at venja og spæla ein dyst. Og so fáa vit at síggja, hvat hendir eftir tað, sigur Eyðun Klakstein.
Í hesum sambandi staðfesti landsliðsvenjarin, at Aron Benjaminsen hevur "eyðsýnd evni", sum hann seinastu tíðina hevur víst á vaksnamannastigi. At hetta verður ein A-landsliðsspælari er sum so eingin ivi um - men tað er ikki vist, at hann spælir nakað í nýggja felagnum Hearts hesa vikuna heldur.
Sí eisini: Áki og Mattias ikki tøkir - men Ólavur kann hava Aron við sær
Aron Benjaminsen er fyri fyrst úttikin at spæla millum annað heimadyst í Klaksvík skjótt - her hevur hann skorað fyri Víking móti Stjarnuni í Conference League har (Mynd: Sverri Egholm)
Meinhard Egilsson Olsen spælir altíð minuttir í álopspartinum, og byrjar oftast, tá hann er tøkur. Men ferðmikli og sterki áleyparin/vongurin er enn ikki komin so mikið fyri seg í knænum, at hildið verður at tað er ráðiligt at taka Meinhard út hesaferð.
Men hvat við Halli Hansson, sum hevur spælt nógv fyri KÍ í Evopa í summar og eisini hevur staðið seg væl? Har eru jú nógvir sentralir miðvallarar, sum ikki eru tøkir.
- Hjá Halli Hansson er talan um avmarkingar, í mun til hvussu nógv hann kann spæla og venja, so tað er meira har, tað liggur hjá honum nú. Tí dygdirnar hjá Halli kundi eitt føroyskt landslið brúkt; eingin ivi í tí.
- Vit práta væl við okkara spælarar og hava eisini havt góðar samtalur við Hall - eisini fyri at vita, hvat hann kann. Og Hallur hevur sagt, at hann er tøkur, um vit fáa tørv á hounum í landsliðsvindeyganum: Hann er altíð til reiðar at "rykkja", og í fyrsta umfarið er hann standby.
![]()
Hallur Hansson eftir sigurin á Gibraltar í juni 2025. Síðani tá hevur liðformaðurin ikki spælt nakran landsdyst - tað er ein møguleiki fyri, at hann kemur inn í hópin til onkran dyst ella dystir í hesum landsliðsvindeyganum (Mynd: Sveri Egholm)
Sí eisini: Mattias Hellisdal: Ikki veruliga gingið upp fyri mær
Í samrøðuni við FM1, nevndi Eyðun Klakstein eisini miðverjarnar Arnbjørn Svensson og Gullbrand Øregaard. Teir eru ikki við hesaferð; talan er um so mikið harða kapping um plássini í verjuni, staðfesti høvuðsvenjarin, og Heini Vatnsdal er aftur í toppform. - Tá hevur Heini landsliðsstøði; eingin ivi um tað.
Í øðrum samrøðu varð vongbakkurin Ari Olsen úr Vendsysel eisini nevndur. Men sum nú er, er talan um teir 23 niðafyristandandi spælarar, sum skulu umboða Føroyar á Tórsvølli, í Chisnau og í Astana.
Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland)
Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki) *
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)
Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
* Fyrstu ferð á A-landsliðnum
Av teimum, sum hava verið fast ella nógv við undir verandi toymi, eru Brandur Hendriksson Olsen, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen, René Shaki Joensen, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson skaddir. Sunnudagin varð almannakunngjørt, at Árni Frederiksberg er givin á landsliðnum.
Sí eisini: - Kom eitt sindur óvæntað at Árni valdi at gevast
-----------------------------------------------------------------
Her sæst dystarskráin hjá Føroyum næstu tíðina. UEFA hevur koyrt landsliðsvindeyguni í september og oktober saman, og tískil eru fýra dystir innan ellivu dagar á skránni.
26. sept.
Føroyar – Kasakstan (Tórsvøllur / kl. 17:00)
29. sept.
Moldova – Føroyar (Chisinau / 17:00)
2. okt.
Føroyar – Slovakia (Tórsvøllur / 19:45)
6. okt.
Kasakstan A – Føroyar (Astana / 15:00)
Portalurin og FM1 fara at fylgja landsliðnum tætt hetta tíðarskeiðið - í Føroyum og í fjarskotnum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald