Astana, Kasakstan (Portalurin): Føroyska ferðalagið er ikki farið úr Miðasia enn. Um eina løtu verður kósin sett móti Istanbul, síðani til Keypmannahavnar og síðani til Føroyar hjá summum.
Nakrir fara aðrastaðni úr Turkalandi, og fleiri fara "av" í Danmark. Allir kunnu irða seg nakað um úrslitið í kvøld, hóast avrikið í 11 móti 11 og 10 móti 10 var ógvuliga gott.
Video: Útvísingin broytir dystin - men kortini ikki neyðugt at teir fáa tvey mál
Les eisini: Klassa avrik í ein lítlan tíma - persónlig mistøk kostaðu í Kasakstan
Føroyingar eru framvegis ósigraðir men kundu, og burdu helst, havt eini 3-4 stig afturat.
Fýra stig eru sum nú er nóg mikið til 2. pláss, sum man vera føroyska málið í hesum Nations League-bólkinum. Hetta gevur dyst um uppflyting til Deild B, sum er næsthægsta deildin, og kann harvið geva Føroyum fleiri spenanndi avbjóðingar í 2028.
Sum tað sær út nú, kann tað enda við lagnudysti millum Moldova og Føroyar á Tórsvølli mánadagin 16. november á Tórsvølli, tá seinasta umfar er á skránni. Bæði liðini hava í løtuni eins nógv stig, men eftir stórtapið hjá Moldova fyri Slovakia í kvøld (0-4), hava Føroyar væl betri málúrttøku og kunnu avgerða alt sjálvir.
Eitt umfar er tó áðrenn, 13. november, og um Kasakstan vinnur í Moldova, eru kasakar veruliga við í kappingini eisini. Slovakia fer eftir øllum at døma at vinna bólkin.
Video: Skuldi verið meira enn 2-0 tá vit fáa reytt
----------------------------------------------------
Nations League deild C, bólkur 3
4. umfar - týsdagin 6. oktober
1. Slovakia 10 stig
----------------------
2. Føroyar 4 stig
---------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 2 stig
Ovasta liðið flytir upp, næstovasta liðið skal í mars spæla um at flyta upp í Deild B.
Í dag, týsdagin 6. oktober
Kasakstan - Føroyar 2-2 (0-1)
23' Petur Knudsen (Jóannes Bjartalíð) 0-1
63' Geza David Turi 0-2
68' Sergei Malyy 1-2
76' Nuraly Alip 2-2
Reyð kort:
Martin Agnarsson (65') - seinna gula
Sergei Malyy (85') - beinleiðis reytt kort
Myndir: Frá dreymi til marru - til enn ein javnleik
Moldova - Slovakia 0-4 (0-2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald