Hondbóltur

Eftir sigurin í Íslandi: Hava selt fleiri hundrað atgongumerki afturat til heimadystin

Føroyar taka ímóti Montenegro við Tjarnir klokkan 19 leygarkvøldið. Tey flestu sitiplássini til stóru uppgávuna í 2. umførini eru farin.

Stórur føroyskur fagnaður eftir dystin í Reykjavík, sum Føroyar vunnu 24-22 (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur føroyskur fagnaður eftir dystin í Reykjavík, sum Føroyar vunnu 24-22 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-16 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað besta søluvápnið er úrslit.

Soleðis er, tá man selja atgongumerki til ítróttartiltøk. Og Hondbóltssamband Føroya hevur fingið sjón fyri søgn hetta seinasta samdøgrið.

Undan dystinum hjá kvinnum í Íslandi var umleið helmingurin av teimum 3.050 atgongumerkjunum til Føroyar - Montenegro farin, men nú byrjar av álvara at minka.

[object Object]
Føroyskir fjepparar í Reykjavík í gjár

[object Object]Stórur føroyskur fagnaður eftir dystin í Reykjavík (24-22) - Myndir: Sverri Egholm

Sí eisini: Myndir: Føroyski fagnaðurin í Reykjavík

Portalurin hevur fingið upplýst, at seinasta samdøgrið eru eini 700-800 atgongumerki seld til seinna dystin í hesum landsliðsvindeyganum.

Harvið er veruligur gravgangur eftir søguliga sigurin í Reykjavík. Tað eru heilt fá sitipláss eftir á langsíðunum. Annars eru sitipláss við endunum og standipláss eftir.

Harvið væntast í løtuni nakað yvir 2.000 áskoaðarar til dystin móti Montenegro, ið vann EM-bronsu í 2022, leygarkvøldið. Tá fara føroysku kvinnurnar eftir at fremja enn eitt stórt úrslit í EM-undankappingini.

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro

Støðan eftir 1. umfar í gjár:
1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig 
----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig

Atgongumerki til Føroyar - Montenegro kunnu keypast her

Sí eisini: Føroyar við framúr flottari byrjan uppá EM-undankappingina


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder