- Tað endaði á tindinum, og soleiðis vildi eg gjarna, at gjørdi.
Hetta sigur ein fegin Bjarta Johansen, eftir at enn eitt gull - greipan - er komin í hús við barndómsfelagnum Kyndli. Tað verður tað seinasta, tí drúgvi og dugnaligi strikuspælarin/miðverjin nú gevst at spæla hondbólt.
- Eg veit ikki, hvat eg skal nú, men eg havi ein viktigan fund í morgin klokkan 10, heldur Bjarta flennandi fyri.
Hoyr samrøðuna eftir 30-28 sigurin hjá Kyndli ovast
![]()
Ein troytt, rørd og fegin Bjarta Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir úr Vestmanna her
Sí eisini: Kyndil er føroyameistari eftir sigur í fjórðu finaluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald