Eitt hálvt stig skilir teir fremstu tíggju telvararnar í røðini. Tvørámaðurin í Havnar Telvingarfelag, Sjúrður Thorsteinsson, er saman við tveimum íslendingum á odda, nú tvey umfør eru eftir. Sjúrður hevur vunnið á bæði Rógva Egilstoft og Martin Poulsen, og spælt javnt móti Luitjen Akselsson Apol.
Íslendsku oddafiskarnir eru Jón Kristinn Thorgeirsson og Símun Thorhalsson, sum eru ávikavist nummar 25 og 41 á íslendska styrkilistanum.
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini, tapti fyrr í gjár fyri Símuni Thorhalssyni, og er tí dragnaður eitt hálvt stig afturum oddafiskarnar.
Fimm føroyskir telvarar eru í hølunum á teimum trimum fremstu. Teir eru brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft, Eyðun Nolsøe, Carl Eli Samuelsen og Hans Kristian Simonsen.
Seinastu tvey umførini verða í dag sunnudagin. Byrjað verður klokkan 13:30. Áttanda og seinasta umfarið byrjar klokkan 17.
Til ber at fylgja við leik fyri leik á fremstu borðunum. Leinki til kappingina sæst á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.
Oddastøðan í Janus Open II (eftir 6 umfar)
1-3. Símun Thorhalsson (2192) Ísland 5½ stig
1-3. Jón Kristinn Thorgeirsson (2270) Ísland 5½ stig
1-3. Sjúrður Thorsteinsson (2132) Føroyar 5½ stig
4-10. IM Dagur Ragnarsson (2363) Ísland 5 stig stig
4-10. IM Høgni Egilstoft Nielsen (2391) Føroyar 5 stig
4-10. Rógvi Egilstoft (2313) Føroyar 5 stig
4-10. Páll Gauti Jónsson (2133) Ísland 5 stig
4-10. Eyðun Nolsøe (2161) Føroyar 5 stig
4-10. Carl Eli N. Samuelsen (2166) 5 stig
4-10. Hans Kristian Simonsen (2121) 5 stig
Í alt 135 telvarar.
Talvsiðvenjan í Sundalagnum
Sum áður nevnt er luttøkumet sett í hesari kappingini. 135 hava telvað fríggjadagin og leygardagin. Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum á Eiði hetta vikuskiftið.
Gott og væl tretivu eru úr norðurøkinum, sum Talvfelagið Rókur í Sundalagnum fevnir um. Av hesum eru fleiri mestsum nýbyrjarar.
Á Eiði hevur einki talvfelag verið í nógv ár. Men Eiðis Talvfelag, sum sovnaði fyri útivið hálvthundrað árum síðani, var elsta talvfelag í Eysturoynni. Tað var stovnað longu í 1956. Í 60-unum eru eiðismenn tríggjar ferðir við í sokallaðu Wood-kappingini, sum í 50-unum og 60-unum var tað, ið svaraði til eina landskapping í talvi fyri føroysk feløg. Eiðis Talvfelag er við í Wood-kappingini í 1964, 1966 og 1967.
Eiðis Talvfelag er eisini uppi í at stovna Talvsamband Føroya í 1970, og er millum tey seks feløgini, sum manna 1 deild – ella A-deildina, sum tað tá var rópt – tá landskappingin byrjaði veturin 1970/71.
Nógvir av telvarunum á Eiði itu Hans sum fyrra lið í tvífornavni. Hetta høvdu skemtararnir í V4-útvarpsundirhaldssendingini fingið við, tá ið teir sendu av Eiði eitt leygarkvøld tíðliga í 70-unum. Tá vóru allir tevararnir nevndir: Hans Egil, Hans Edvard, Hans Erland, Hans Jákup, Hans Julian, Hans Esbern – og kanska var onkur annar eisini.
Telvingin á Eiði fjarar burtur miðskeiðis í 70-unum. Tá kyknar upp annað felag á Oyri. Talvfelagið Rókur er stovnað í 1974. Har er beinanvegin futtur í, í 1978 verður Bergur Johannesen unglingaføroyameistari, og árið eftir skipar felagið fyri FM-einstaklingakappingini í nýggja Felagsskaúlanum á Oyrarbakka.
Og í 1979 verður talv nýggj grein hjá ítróttafelagnum Streymi í Hvalvík-Streymnesi. Har brestur av álvara fyri nev, og nógvir heilt góðir telvarar koma undan. Streymur vinnur FM í unglingadeildini longu í 1980 og aftur í 1982, og í 1986 gera teir bart í fremstu deildini og vinna føroyameistaraheitið í harðari kapping við Havnar Telvingarfelag. Á vinnandi liðnum eru Gunnar Joensen, Martin Brekká, Finnbjørn Zachariassen og Hanus Brekká. Talvfelagið Streymur er ikki virkið longur.
Í dag er øll telving í Sundalagnum savnað í felagnum Róki. Felagið telvar sínar heimadystir eftir tørni á Oyrarbakka og á Eiði, viðhvørt við Margáir í Streymnesi. Felagið er í løtuni nummar fimm í 2. deild, so enn gongur helst ein løta til vit síggja teir í 1. deild.
Áhugin tykist tó at vera stórur, í løtuni er kanska mest gongd í á Eiði, men í liðkappingini eru fleiri telvarar, sum eru úr syðra parti av Sundalagnum.
Stovningarár
Í hesum yvirliti sæst, nær talvfeløgini í Eysturoynni, og í Norðstreymoy og í Sundalagnum eru stovnað.
Eiðis Talvfelag (1956)
Gøtu Talvfelag (1964)
Kollafjarðar Talvfelag (1967)
Stranda Talvfelag (1972)
Tofta Talvfelag (1973)
Talvfelagið Rókur av Oyri (1974)
Hósvíkar Talvfelag (1975)
Talvfelagið Streymur (1979)
Runavíkar Talvfelag (1982)
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald