Fótbóltur

Stóri steypadagurin komin at enda

Her er yvirlit yvir áttandapartsfinalurnar.

Clayton Soares, her saman við soninum og við formanninum í B71, sendi B71 víðari við málinum móti ÍF
(Mynd: b71.fo)

Clayton Soares, her saman við soninum og við formanninum í B71, sendi B71 víðari við málinum móti ÍF (Mynd: b71.fo)

2019-04-10 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allar áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið eru nú leiktar. Í helvtini av dystunum skilti bert eitt lið partarnar. Í hinum dystunum gjørdist talan um tríggar greiðar sigrar við fýra málum til favorittarnar og ein risasigur 

Hesi liðini eru til reiðar fjórðingsfinalurnar: B36, B68, B71, HB, KÍ, Skála, TB, Víkingur.

Í teimum fyrstu dystunum í dag vunnu B68 og HB. Les meira um teir dystirnar her: 

B68 sigradi í Suðuroy
Pætur sendi HB í fjórðingsfinaluna
 
Undrið megnaði fyri fyrstu ferð í trimum royndum at skora móti KÍ. Trupulleikin var bara, at tá málið kom, hevði KÍ longu skorað 12 ferðir. Klaksvíkingar vóru veruliga í málhýri móti 2. deildarliðnum. Patrik Johannesen fekk sínu fyrstu fýra mál fyri felagið, og 17-ára gamli Jonn Johannessen fekk sínu fyrstu fýra mál fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum. KÍ stillaði í sterkastu uppstilling, og har var lítið at gera hjá heimaliðnum.

Fyri aðru ferð uppá fýra dagar vann Skála 1-0 á AB. Hesaferð á Skála, har teir appelsinlittu vunnu fjórðadystin á rað, og spældu fjórða dystin á rað uttan at lata mál inn. 19-ára gamli Andreas Egeberg Jacobsen gjørdist matchvinnari við málið miðskeiðis í 2. hálvleiki; hann var júst innskiftur. 

Á Sandi gjørdi veteranurin Clayton Soares tað ónda móti sínum gamla felagið. Brasliumaðurin skoraði einsamalla málið í dystinum, og B71 skapti harvið eitt yvirraskilsi: 1.deildarliðið sendi ÍF út, og fuglfirðingar hava framvegis ikki vunnið í ár. 

Í seinna dystinum í dag í Trongisvági var TB omaná móti FC Suðuroy ið var á vitjan. Tey samstarvaðu í fjør og fyrrárið; í dag stóðu tey yvirfyri høvr øðrum. TB sá út til at hava avgjørt dystin beint eftir tíman, men FC Suðuroy svaraði skjótt aftur. Tvørámenn hildu tó fast, og eru víðari til 1/4 finaluna. 

Í seinastu dystunum í kvøld vunnu favorittarnir tryggar fýramáls sigrar. EB/Streymur og 07 Vestur vóru tó við í dystinum til nakað inn í 2. hálvleik, men Víkingur og B36 vístu styrki. Á Eiði var málveistla, har Vìkingur reisti seg frá leygardegnum, og EB/Streymur taptu fimta dystin á rað. Í Gundadali helt oddaliðið í Betrideildini á við sigursrøðini. 

1/8 finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið: 

Royn - B68 0-4 (0-1)
'15 Otto Reinert Petersen 0-1
'53 Debes Danielsen (br.) 0-2
'59 Áki Johannesen 0-3
'85 Debes Danielsen 0-4

HB - NSÍ 2-1 (0-0)
'64 Jógvan Skeel Nolsøe 1-0
'86 Klæmint A. Olsen (br.) 1-1
'90 Pætur J. Petersen 2-1 

Skála – AB 1-0 (0-0)
'68 Andreas Egeberg Jacobsen 1-0

TB – FC Suðuroy 2-1 (1-0)
'8 Poul Ingason 1-0
'62 Nikolei Johannesen 2-0
'64 Dávid Lisberg 2-1

Undrið - KÍ 1-13 (0-7)
'4 Jonn Johannessen 0-1
'9 Patrik Johannesen 0-2
'12 Jonn Johannessen 0-3
'25 Patrik Johannesen 0-4
'28 Jonn Johannessen 0-5
'33 Patrik Johannesen 0-6
'45 Boris Dosljak 0-7
'51 Patrik Johannesen 0-8
'55 Jóannes Bjartalíð 0-9
'57 Jóannes Kalsø Danielsen 0-10
'60 Jóannes Kalsø Danielsen 0-11
'64 Jóannes Bjartalíð 0-12
'67 Bergur Johannesen 1-12
'77 Jonn Johannessen 1-13


B71 – ÍF 1-0
'50 Clayton Soares 1-0

B36 – 07 Vestur 4-0 (1-0) 
'14 Árni Frederiksberg 1-0
'57 Árni Frederiksberg 2-0
'66 Brian Jacobsen 3-0
'90 Ragnar Samuelsen

EB/Streymur – Víkingur 2-6 (1-3)
'8 Rói Olsen, sjálvmál 0-1
'15 Steffan Løkin 1-1
'31 Atli Gregersen 1-2
'45 Philip Djordjevic 1-3
'47 Steffan Løkin 2-3
'68 Adeshina Lawal 2-4
'75 Gunnar Vatnhamar 2-5
'80 Adeshina Lawal 2-6

Lutakastið tiil 1/4 finalurnar verður hóskvøldið (11/4) í 3-2 partinnum av Degi & Viku. Næsta umfar verður leikt 2. páskadag - 22. apríl

Uppdaterað kl.11.28 11/4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder