Fótbóltur

Fótbóltsskýlið: FM-dámur og niðurflytingardámur lið um lið

John Andersen og Jóhan á Mýrini fara, saman við Trygva Absalonsen, at seta orð á næstseinasta umfar í Meistaradeildini, og á allar møguleikarnir sunnudagin; har kann NSÍ tryggja sær gullið. Sendingin hoyrist á FM1 klokkan 17.15.

Trygvi Absalonsen er til reiðar við mikrofonina aftur í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen er til reiðar við mikrofonina aftur í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-23 09:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska fótbóltsárið nærkast endanum, og næstseinasta umfar í Meistaradeildini er á skránni sunnudagin. Spenningurin er framvegis av álvara har og serliga í botninum:

26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober 
NSÍ - HB (Frásøgn á FM1)
B36 - KÍ
Víkingur - EB/Streymur
Skála - AB
07 Vestur - B68 (Frásøgn á FM1)

Allir dystirnir byrja klokkan 15

FM1 og Portalurin fara at gera nógv burturúr við frásagnum, myndum, samrøðum og øðrum 

[object Object]
Sí eisini: Nógv kann vera avgjørt áðrenn klokkan 17 sunnudagin

Í Fótbóltsskýlinum í dag verður serliga 26. umfar vent. John Andersen, frásøgumaður í Televarpinum sum er úr Saltangará, vitjar saman við Jóhan Á Mýrini. Jóhan hevur verið virkin í 07 Vestur, og viðmerkjarin úr Sandavági fylgir væl við.

Teir taka, saman við vertinum Trygva Absalonseni, pulsin á deildini og hyggja nærri at støðuni, feløgini teir eru mest knýttir at eru í. Tær eru púra ymiskar.

Sendingin verður eftir tíðindini á FM1 klokkan 17 - byrjar umleið 17.15. Hon verður eisini at hoyra á heimasíðuni og á Portalinum í kvøld.

Lurta eftir FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder