Hondbóltur

Eingin av føroysku hondbóltskvinnunum fer niður í næstbestu donsku deildina

Súna Krossteig Hansen skoraði sjey mál, tá hennara núverandi felag - og komandi felagið hjá Rakuli Wardum - vann í Aalborg og tryggjaði sæti. Harvið skal liðið, sum Annika Petersen er á veg vekk frá, spæla upp- og niðurflytingardystir móti føroyingafelagi.

Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum kunnu fegnast í dag, nú plássið hjá Skanderborg í bestu donsku deildini er tryggjað: Súna fer víðari á góðan hátt, og Rakul skiftir til Skanderborg - sum ikki fer niður (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum kunnu fegnast í dag, nú plássið hjá Skanderborg í bestu donsku deildini er tryggjað: Súna fer víðari á góðan hátt, og Rakul skiftir til Skanderborg - sum ikki fer niður (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-03 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í niðara endaspælinum í fremstu donsku kvinnudeildini er spælt seinnapartin.

Har var Marita Mortensen við at vinna 40-31 á Silkeborg-Voel í seinasta dysti hennara fyri HØJ, har hoyvíkskvinnan hevur verið í stór tvey ár. Landsliðsbakspælarin skiftir í summar til NFH á Nykøbing Falster, sum skjótt skal spæla hálvfinalur um DM.

[object Object]
Marita Mortensen hevur eitt gott skifti fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Ein annar landsliðsbakspælari, ið skiftir til størri felag í summar, er Súna Krossteig Hansen (Buducnost Podgorica). Hon hevur seinastu tvey kappingarárini spælt fyri Saknderborg, sum hevur stríðst í botninum í bestu donsku deildini.

Í fjør varð neyðugt við upp-og niðurflytingardystum fyri at Skanderborg helt sær uppi. Tað gjørdist tað ikki í ár: Hetta syrgdi Skanderborg fyri við 39-33 sigri í Aalborg í dag.

Súna Krossteig Hansen var í hopla í sínum seinasta dysti fyri felagið: Sjey mál, eitt upplegg, trý vunnin brotskast og eitt stórt trýst í sínum nærdystum og spæli sum heild.

Sigurin fær ikki ítøkiligan týdning fyri Súnu Hansen næsta ár. Men av tí at landsliðsliðfelagin Rakul Wardum, sum eisini er uppvaksin í Kyndli, skiftir úr Ringkøbing til Skanderborg í summar, 

Endaliga støðan í Kvalifikationsspillet sæst her

[object Object]
Rakul Wardum kann fegnast, hóast hon ikki hevur verið á vølli nú: Landsliðsmálverjin heldur fram í fremstu donsku deildini 

[object Object]At enda var tað takkað verið avrikinum hjá Súni K. Hansen og hinum (Mynd: Sverri Egholm)

Úrslitið í dag merkir eisini, at EH Aalborg skal spæla upp-og niðurflytingardystir fyri at halda sær upp. Har er tað "best av trimum" - fyrsta liðið at vinna tveir dystir, vinnur sær sæti í Kvindeligaen fyri 2026-2027.

Annika Fríðheim Petersen kann fáa ein leiklut í hesum dystum. Føroyski málverjin hevur spælt í lítlum løtum í tveimum teimum seinastu dystunum hjá Aalborg, ið hevur verið illa koyrandi seinastu mánaðirnar.

Annars hevur Annika ikki spælt fyri felagið í yvir eitt ár. Eftir barnsburð og tíðina aftaná, hevur hoyvíkskvinnan sitið sum triðji málverji: Hon heldur ikki fram í felagnum næsta ár, men tað gera hinir báðir málverjarnir.

Sí eisini: Annika Fríðheim Petersen skal spæla í bestu pólsku deildini

Alborg skal spæla móti Ajax København fyri at sleppa undan niðurflyting. Har spæla tríggir føroyskir landsliðsspælarar: Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen og Elsa Egholm. 

Fyrsti play-off dysturin verður næsta vikuskifti í Aalborg.

[object Object]Føroyskir tvíburðar eru í miðverjuni hjá Ajax - tær skulu saman við Elsu Egholm stríðast um uppflyting. Hetta móti skjótt fyrrverandi felagnum hjá Anniku Fríðheim Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder