Fótbóltur

Eldur á tjóðarleikvøllinum í Andorra

Í morgin skulu Andorra og England eftir ætlan bresta saman, men í dag kyknaði eldur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-08 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Meðan Sky Sports sendi úr Andorra kyknaði eldur hinumegin vøllin)

Dramatiskar myndir úr Andorra seinnapartin. Enska landsliðið er á vitjan í fjallalandinum, og skulu spæla HM-undankappingardyst ímóti Andorra í annaðkvøld.

Eldur kyknaði á leikvøllinum, har útskiftingarbeinkirnir eru. Hetta gav stórar eldslogar og nógvur roykur stóðst av eldsbrunanum.

Bretsk miðlafólk vóru skjót at leggja upptøkur á Twitter, og har sæst at tamarhald er á eldinum.

Eftir øllum at døma stóðst eingin mansskaði av eldinum, men skíggin sum verður brúktur í sambandi við VAR-skipanina, hevur fingið skaða.

Enska landsliðið vandi á leikvøllinum tríggjar tímar áðrenn eldurin kyknaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder