Høvuðsvenjarin í týska hondbóltsfelagnum, Filip Jicha, er sendur heim. Sostatt skal føroyska honsbóltsstjørnan í týsku bundesliguni, Elias Ellefsen á Skipagøtu, nú hava nýggjan venjara.
Hetta upplýsir THW Kiel á heimasíðu síni í dag.
44 ára gamli kekkin endar harvið eitt tíðarskeið í Kiel, ið hevur vart í tilsamans 16 ár.
Orsøkin til slitið, er ónøgd yvir úrslitini hjá Kiel í ár. Felagið endaði á sætta plássi í bundesliguni, og skal sostatt ikki spæla við í evropeisku kappingunum hetta komandi leikárið – nakað, ið er rættiliga óvanligt fyri týska stórfelagið.
Filip Jincha kom til Kiel sum spælari í 2007 og spældi til 2015, tá hann skifti til Barcelona. Hann kom aftur til Kiel í 2018, fyrst sum hjálparvenjari, men síðan 2019 hevur hann verið høvuðsvenjari.
Besta úrslitið fekk hann í 2020, tá Kiel vann Champions League.
Kiel er tað felagið, ið oftast hevur vunnið týska meistaraheitið, 23 ferðir til samans. Seinast teir vórðu meistarar, var í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald