Hondbóltur

Elias Ellefsen á Skipagøtu í uppskoti til ársins spælara í Bundesliguni

Hóast føroyski spælskiparin hevur sitið uttanfyri í fleiri mánaðir, er hann ein av teimum sjey, sum man til og við í morgin kann atkvøða fyri sum MVP. Hann hevði nógvar frálíkar dystir fyri Kiel, ið saknaði føroyingin seinastu tíðina av kappingarárinum.

Elias á Skipagøtu hevði eina frálíka byrjan uppá kappingarárið í Týsklandi og vísti eisini stóra dygdir, tá hann spældi nakrar dystir eftir EM-endaspælið

Elias á Skipagøtu hevði eina frálíka byrjan uppá kappingarárið í Týsklandi og vísti eisini stóra dygdir, tá hann spældi nakrar dystir eftir EM-endaspælið

2026-06-10 11:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann legði út sum eitt óløgi í kappingarárinum og og varð greitt kosin besti spælari í Bundesliguni fyri september.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var høvuðsorsøk til, at THW Kiel var so væl við í oddastríðnum fyrsta partin av 2025/2026, men ein skaði í økslina stutt fyri jól oyðilegði nógv fyri Elias og Kiel.

Hoyvíkingurin var við í EM-endaspælinum, men tað kostaði eisini nakað, og síðani hevur nummar 71 ikki spælt serliga nógv - og næstan als ikki síðani síðst í februar. 

[object Object]
Elias á Skipagøtu undir EM-endaspælinum í Oslo. Hann hevur ikki spælt nógv síðani (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)

Men tá Elias á Skipagøtu hevur verið á vøllinum, hevur hann í størstan mun skinið fyri Kiel. Tað vísti hann við einaráðandi avrikum tíðliga í kappingarárinum - millum annað 14 mál í einstøkum dystum - og eisini tá snildi spælarin tók stýripinnin móti Magdeburg í februar: Elias á Skipagøtu stóð fyri tí mesta, tá Kiel vendi dystinum móti Champions League-vinnarunum og liðnum, sum nú er týskur meistari.

Hetta var einasti Bundesliga-dystur, sum Magdeburg tapti. Og nú atkvøðast kann fyri mest virðismikla spælaranum (MVP) í "heimsins sterkastu kapping", er Elias Ellefsen á Skipagøtu ein av teimum sjey í uppskoti.

Listin sæst her

Neyðugt er at hava brúkara hjá HBL fyri at atkvøða. Freistin er í annaðkvøld, hóskvøldið.

Av hesum spælarum hevur Elias á Skipagøtu triðhægst HPI, sum er savnaða avrikstali (82) - Mathias Gidsel hevur hægst. Elias skoraði 152 mál og legði upp til 70 mál í teimum 21 dystum.

Aðrir í uppskoti eru Mathias Gidsel, liðfelagi hjá Hákuni West av Teigum í Berlin og heimsins besti spælari, Emil Jakobsen og Sergey Hernandez. Av teimum á listanum hevur Elias á Skipagøtu spælt greitt lægst tal av dystum í Bundesliguni hetta kappingarárið (21 av 34)

Bert Julian Köster, sum skiftir til Kiel í summar, hevur eisini undir 30 dystir (29). Tað sigur eitt sindur um, hvussu væl Elias á SKipagøtu hevur spælt seinasta árið, tá hann ikki hevur verið ov skaðadarvaður.

24-ára gamli føroyingurin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við THW Kiel, sum misti takið út á kappingina og endaði á 6. plássi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder