Hondbóltur

Elias Ellefsen á Skipagøtu tryggjaði Kiel javnleik í evstu løtu

Føroyingurin slapp ikki at stjórnað nógvum í kvøld, og tað kostaði helst Kiel í Gummersbach. Liðið hjá Filip Jicha er aftur á 2. plássinum, men onnur hava spælt færri dystir.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði ein heldur harðan dag saman við liðfeløgunum í Gummersbach. Føroyingurin fekk tó bjargað liði sínum eitt stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði ein heldur harðan dag saman við liðfeløgunum í Gummersbach. Føroyingurin fekk tó bjargað liði sínum eitt stig (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-23 20:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir stórt álit fyrstu mongu umførini, eina rúgvu av málum og flottum detaljum, nógvum stigum og heiðrinum sum besti spælari í Bundesliguni fyri september, hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu merkiliga lítlan leiklut í álopinum í Gummersbach í kvøld.

Ikki tí: Tað koyrdi ikki serliga væl fyrstu 14 minuttirnar, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu stjórnaði spælinum. Sjálvur brendi føroyingurin tvey skot, og rútma kom ikki heilt í spælið hjá Kiel.

Elias fekk tó tvey góð upplegg, beint áðrenn hann fekk útvísing í tveir minuttir. Síðani spældi føroyski spælskiparin als ikki restina av 1. hálvleiki.

Nikola Bilyk fekk langan snór, tí tað sá ikki so pent út hjá eysturríkska spælaranum saman við serliga norðmanninum Harald Reinkind í bakketuni hjá Kiel. 

Spældi stóran og avgerandi leiklut móti endanum

Hetta gjørdist ongantíð ein góður álopsdystur, og Andreas Wolff og Kiel-verjan hildu liðnum hjá Filip Jicha inni í dystinum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu dekkaði sum vongur so at siga allan 1. hálvleik, og so skuldi 23-ára gamli føroyingurin fáa bóltin í "fyrstu bylgjuni": Eftir mál ella brent skot hjá Gummersbach, fekk føroyingurin bóltin í ferð, eins og hann hevur gjørt í øllum dystunum í ár. Munurin nú var, at Elias, fram til beint yvir tíggju minuttir vóru eftir, ikki slapp at koyra álopini liðugt. So kom Bilyk inn.

Tað var nærum ov seint, tá Jicha koyrdi Elias á Skipagøtu inn í álopi aftur at spæla í 7 móti 6. Nummar 71 tók taktstokkin seinastu átta minuttirnar: Hann skoraði trý av teimum seinastu fýra málunum hjá Kiel og vann brotskastið til næstseinasta málið.

Elias kundi eisini kosta, tí við støðuni 25-24 og einum minutti á klokkuni skeyt føroyingurin framvið. Gummersbach fór í álop, og Ellidi Vidarsson burdi avgjørt av strikuni. Hetta skotið fór eisini framvið, og so hevði Kiel nøkur sekund. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu fór út á høgra bakk, fekk bóltin, setti Julian Köster fullkomiliga av og javnaði.

Fimm sekund eftir, og Vidarsson kundi síðani avgjørt við at kasta í tómt mál, men íslendingurin misnýtti sítt triðja skot á rað. THW Kiel fekk harvið eitt møguliga virðismikið stig, og Gummersbach er enn aftanfyri - men tað er eisini eitt mist stig í tøttum oddastríði. Flensburg (frammanfyri), Magdeburg, Lemgo og Füchse hava spælt færri dystir.

Sí støðuna her

Filip Jicha hevur í vikuni longt sáttmálan sum Kiel-venjari. Í ár hevur tað eydnast honum væl við at nýta Elias Ellefsen á Skipagøtu, men ivamál hava annars verið, um kekkin hevur fingið tað mesta burturúr honum og liðnum. Aðrir hava verið uppá tal, men Jicha verður til 2028. Í samband við javnleikin í kvøld fær Filip Jicha nógvar atfinningar fyri, hvussu hann handfór dystin - og millum annað at Elias á Skipagøtu spældi so lítið í álopinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder