Hondbóltur

Elias gandaði við Tjarnir - nógvir vóru ógvuliga kaldir

Nummar 71 varð dagsins spælari, toppskjútti og legði upp til flest mál - samanlagt 16. Yngsta systkinabarn hansara var eisini eyðsýndur, meðan Teis Horn Rasmussen og Hákun West av Teigum vóru 100 prosent í skotum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var við at skapa eitt

Elias Ellefsen á Skipagøtu var við at skapa eitt "show" við Tjarnir í kvøld. Hann sjórnaði føroyska spælinum væl - serliga í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-11 20:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt sterkt liðavrik, sum tryggjaði Føroyum 1. plássið í undankappingarbólkinum.

Sí eisini: Føroyar á EM-sigursferð við kós móti Oslo

Í seinastu dystunum er tað týðiligt, at føroyska liðið hevur ment seg nógv á summum økjum - millum annað í verjustøðu og við tí sinnisliga.

Álopsspælið koyrir framhaldandi við góðari góðsku, og í dag gagnnýttu føroyingar beint yvir tríggjar fjórðingar av sínum skotum: 35 mál uppá 46 skot er ógvuliga gott og gevur 76 prosent - hetta eru heili 14 prosent betri enn talið hjá Ukraina.

Eftir steðgin var talan um 80 prosent hjá Føroyum. Liðið hjá Peter Bredsdorff skoraði 20 mál, og tá føru Føroyar eisini ordiliga frá Ukraina.

Elias Elelfsen á Skipagøtu skoraði flest mál við Tjarnir í kvøld (9) Føroyski spælskiparin brendi tvey skot, men tað seinna burdi verið brotskast. Serliga í 2. hálvleiki var Elias framúrskarandi. Kiel-spælarin flutti bóltin so at siga lýtaleyst og skoraði síni mál. Hann legði eisini upp til flest mál - EHF sigur fimm upplegg, men okkara hagtøl siga sjey.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu buldar ein bólt í netið hjá Ukraina. Hann skoraði uppá øll síni skot eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð valdur til dagsins spælara hjá Føroyum. Hansara "tættasti" makkari, Óli Mittún, kom, eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan av álvara í gongd. Óli skoraði seks av sjey og legði upp til fýra mál fyri Føroyar. Tað er ógvuliga torført at steðga systkinabørnunum, og tíbetur skulu føroyingar ikki hugsa um tað.

Ukraina stongdi fyri Hákuni West av Teigum í 2. hálvleiki, og tað er ein góð orsøk til tess: Hákun var púra kaldur og lýtaleysur. Füchse Berlin-spælarin skoraði uppá øll síni fimm skot, og tað var líkamikið, hvussu spískt tað var. Hann legði eisini upp til ein flúgvara hjá Eliasi í 2. hálvleiki.

Teis Horn Rasmussen var eitt veruligt beist í verjuni og ein marra fyri Ukraina í hinum endanum. Tvær ferðir vann nummar 79 eisini bóltin og fór buldrandi allan vegin sjálur - serliga ta seinna málið av hesum var flott. Teis hevði, eins og Hákun, fimm skot og skoraði fimm mál. 

Sí eisini: Føðingardagsbarnið hevur nógv at fegnast um - Teis skal helst skifta felag (Video)

[object Object]
Eitt øðiligt avrik hjá Teis (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Hákun West av Teigum slapp ikki at skjóta eftir steðgin, men tað er tí, at nummar 17 skoraði uppá alt í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Aðrir bjóðaðu inn: Millum annað Bjarni í Selvindi við einum flottum máli í 1. hálvleiki, Vilhelm Poulsen brendi fyri steðgin men skoraði uppá síni skot í 2. hálvleiki, og so var ógvuliga stuttligt at síggja Róa Ellefsen á Skipagøtu koma inn á vøllin - fyri fyrstu ferð í undankappingini - og skora tvey goð mál, umframt Róa Berg Hansen seta føroyskt punktum.

6. og seinasta umfar í EM-undankappingini
Við Tjarnir, sunnudagin 11. mai

Føroyar - Ukraina 35-27 (15-13)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 mál
Óli Mittún 6 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál
Leivur Mortensen 2 mál
Vilhelm Poulsen 2 mál
Ísak Vedelsbøl 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Bjarni í Selvindi 1 mál
Rói Berg Hansen 1 mál

Gagnnýtisprosent: 76 prosent

Pauli Jacobsen gjørdi eisini sítt við tíggju bjargingum (30 prosent) Aleksandar "Sasha" Lacok bjargaði eina ferð, ta løtuna hann var inni.

Endaliga úrslitið av EM undankappingarbólki 6 gjørdist hetta:
Føroyar 9 stig
Niðurlond 7 stig
Ukraina 4 stig
------------------
Kosovo 3 stig

Trý tey ovastu eru víðari - Føroyar hava við sigrinum tryggjað sær best gjørligu styrkismetingini til EM-endakappingina. Lutakastið til tað verður hósdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder