Í morgin verður hópurin hjá manslandsliðnum til avgerandi HM-undandystirnar, røkkstøkkdystirnar móti Bosnia&Hersegovina í mai, kunngjørdur.
Men longu nú er greitt, at týðandi spælar ikki eru tøkir.
Tað, sum fer at skera mest í eyguni er, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki verður á listanum. Stjørnan úr Kiel fekk skaða í økslina stutt fyri jól og hevur, hóast góð EM-avrik og stórt avrik móti Magdeburg síðani, spælt lítið seinastu mánaðirnar.
Portalurin hevur fingið upplýst, at Elias ikki spælir næstu vikurnar vegna trupulleikar í økslini. Hetta rakar eisini røkkstøkk-dystirnar móti Bosnia 14. og 16. mai.
![]()
Elias á Skipagøtu fær nógv sløg, tá hann spælir, og tíverri kann spælskiparin ikki spæla við um ein mánaða, tá Føroyar skulu royna at vinna seg til HM (Mynd: Sverro Egholm)
Harvið fer meira at liggja á Óla Mittún, sum tíbetur ikki fekk ein veruligan skaða í fingurin, tá hann fór av vølli í Champions League.
Føroyar mugu tó framvegis standa seg uttan Aleksandar Sasha Lacok, sum er skaddur í knænum. Tórður Skorheim Guttesen avloysti í EM-endaspælinum, men Kyndils-málverjin er ikki tøkur til landsliðið hesaferð.
Ein smeitur hjá liðnum kann eisini verða, at Ísak Vedelsbøl ikki verður við. Sterki strikuspælarin hevur sligið seg fastan á A-landsliðnum og skiftir úr summar úr Svøríki til HØJ í Danmark.
Men ein skaði í fingurin, sum Ísak fekk undir EM-endaspælinum ger, at hann skal undir skurð nú eftir kappingarenda í Sävehof.
![]()
Føroyar mugu eisini vera Ísak Vedelsbøl fyriuttan móti Bosnia (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald